Soleiðis veitst tú, um stutt hár klæðir tær
Móti

Soleiðis veitst tú, um stutt hár klæðir tær

Umhugsar tú at fylgja rákinum og klippa tær stutt, so royn hetta áðrenn tú letur lokkarnar fella
Eftir: Birgith Lassen 15.06.2020

Pasjan er aftur bæði í longri og styttri versiónum, og mótabløðini spáa, at nettupp pasjan fer at vera tað heilt stóra hárrákið í 2020. Men bara tí okkurt er uppi í tíðini, merkir ikki endiliga, at vit allar klæða tað.

Giles Robinson er hárstílist og vil vera við, at tað er tín kjálkalinja, ið avger, um tann stutta frisuran klæðir tær. Tú skalt simpulthen máta vinkulin á tíni kjálkalinju, og út frá tí kanst tú vita, um tað er eitt gott ella ringt hugskot at fylgja rákinum og lata lokkarnar fella. –

Tú skalt brúka: Eina linial, ein blýant, eitt spegl

Soleiðis gert tú: Rætta ryggin, stilla teg við síðuni móti einum spegli, so tú sært tín vanga í speglinum.

Halt eini linial upp og niður undir oyranum longs við hálsinum. Tak so blýantin og halt honum vatnrætt frá høkuni og yvir til linialina. Halt blýantinum, har hann nertir við linialina og máta út frá hesum, hvussu langt tað er frá tínum oyra til blýantin.

Um frástøðan er minni enn 5,7 sentimetrar, so er fer ein pasja at klæða tær – um frástøðan er meir enn 5,7 sentimetrar, so skalt tú kanska umhugsa at halda hárið langt.




Viðkomandi greinar