Vit fangaðu stílin á Summarfestivalinum
13 myndir
Vit fangaðu stílin á Summarfestivalinum
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen og Anniku Kunoy Im 08.08.2026

Veðrið var ikki við festivalgestunum síðsta kvøldið á Summarfestivalinum, men tað forðaði kortini ikki fyri góðum hýri. Og hóast regnið av og á legði ein dempara á kvøldið, hugnaðu fólk sær kortini. Millum regnjakkar og húgvur fangaðu vit eisini nakrar kvinnur, sum høvdu sett sín egna dám á festivalstílin

Myndir
13 myndir

Ljóst denim, mynstrutt troyggja og ein litríkur keppur góvu hesum festivallookinum ein avslappaðan, men væl samansettan dám.

Tá ið veðrið ikki spælir við, eru tað ofta smálutirnir, sum seta dám á settið. Her var tað reyða turriklæðið, sum dró eyguni til sín.

Leðurjakkin er ein klassikari, sum ongantíð tykist at fara av móta. Her er hann settur saman við einføldum svørtum klæðum, sum hóska væl til eitt stuttligt festivalkvøld.

Litir og løg pyntaðir við lekkrum strípum. Eitt frískligt og livandi festival-look

Denim er ein klassikari á festivali. Her fær tað eitt lætt og summarligt úttrykk við ljósum litum og einføldum smálutum.

Mitt millum nógv svørt look skaraði hendan litríka troyggjan framúr. Samansetingin av litum og leopardmynstri gav settinum eitt stuttligt og óvæntað úttrykk.

Víðar myrkar kovboybuksur, loafers, stuttir jakkar og stórar smúkkur. Eitt klassiskt look við fleiri smálutum, sum vit síggja nógv í mótamyndini júst nú.

Ein arvaður langur kovboyfrakki, ein kul bikearajakki og føroysk ull gera hesar tríggjar festival smartar.

Summar lótu regnjakkan spæla høvuðsleiklutin í outfittinum. Hjá hesum báðum var hann nógv meira enn bara praktiskur.

Jorts halda á við at fylla nógv í mótamyndini. Hesar hava sætt jortsini saman við bundnum troyggjum, sum á hvør sín hátt gera lookið persónligt.

Brúni leðurjakkin er ein av teimum heilt stóru trendunum júst nú, og her er hann settur saman við ljósum, víðum buksum. Við síðuna av setur ein litføgur, heimabundin troyggja sín serliga dám á myndina, har litirnir lýsa upp í skýmingini.

Heimabundnar troyggjur fylla altíð nógv í mótamyndini á føroysku festivalunum, og her er vakra lillafarvaða troyggjan sett saman við jorts og gummistivlum. Við síðuna av gevur ljósa lookið við víðum jeans eitt mjúkt mótspæl.

Hunter gummistilvarnir eru ein sannur festivalklassikari, og í ár vóru nógvir Hunter-stilvar settir saman við oversize kovboyshortsum.