
Elastiska hárbandið var bæði praktiskt og pent, og var nýtt til at geva hárinum eitt slætt og snøgt look framman. Síðani kundi tú lata lokkarnar hanga ella seta teir upp í ein topp ella hestahala. Tó verður hárbandið neyvan at síggja saman við tunnum eygnabrúm, buksunum við lágari talju ella stóru oyralokkunum, sum vit annars kenna aftur frá 00’unum.
Í kendu sjónvarpsrøðini Euphoria sæst hárbandið í nýggjum hami. Sjónleikarin Alexa Demie hevur leyst hár og nýtir hárbandið at leggja fremstu lokkarnar slættar, og tað gevur hárinum tað eyðkenda zig-zag sniðið.
Á TikTok eru hópin av hugskotum til at stíla hárið við zig zag hárbandinum. Og ja, um vit fylgja rákinum frá London Fashion Week, so er at finna gamla hárbandið framaftur.