LURTA HER
Í triðja og síðsta parti av Systralagi er Herborg Torkilsdóttir gestur. Herborg er 48 ár og arbeiðir á einum dagtilhaldi fyri eldri fólk. Hon fæst ein stóran part av tíðini við sín kreativitet - tónleikin, sangskrivingina og handarbeiðið, og hevur tað nógv at siga, at hennara skaparhugur er eitt ítriv, og ikki nakað, hon noyðist at gera. Hóast kreativiteturin fer við nógvari tíð, so hava systraløgini stóran týdning, og tað er umráðandi fyri hana at røkja tey við jøvnum millumbilum.
Vit práta um hugtakið systralag, hvussu systralagið hevur tað í føroyska tónleikaheiminum, eins og hvussu hennara systraløg síggja út. Hon fer at enda út at yvirraska eina serliga og fyrimyndarliga kvinnu í hennara lívi, ið hvønn dag, á ein ella annan hátt, stuðlar henni í øllum lívsins viðurskiftum - tað ger hon við einum vøkrum blómutyssi.
Vertur er Aðalbjørg Kristjánsdóttir