Poddvarp
Systralag: Malene Fisker Waag
06.03.2026

 LURTA HER

 

Í øðrum parti av Systralagi er Malene Fisker Waag gestur. Malene er 35 ár og eigur og rekur kondittaríið Omaná. Hon er uppvaksin í Danmark og flutti úr Keypmannahavn til Føroya saman við manninum fyri sjey árum síðani. Hóast tað fyri hana kendist eitt sindur sum at fara aftur í tíð við siðbundnum kynsleiklutum og tøttum relatiónum, so forelskaði hon seg skjótt í Føroyum. Hesi sjey árini er nevniliga nógv vatn runnið í ánni - ein rúgva av nýggjum og sterkum vinarløgum eru sprottin, eins og hennara egna kondittarí er vorðið veruleiki.

Vit práta um systralag sum orð, hvussu hon sum tilflytari hevur upplivað systralagið í Føroyum, og hvussu tað hevur verið at lata sítt egna kondittarí upp. Malene hevur nógvar kvinnur í sínum lívi, ið hava verið fyrimyndir fyri hana, og sum hava ein serstakan týdning - kortini velur hon eina úr rúgvuni, ið stuðlaði henni eitt serligt tíðarskeið í lívinum, og ger tað enn. Hana fer hon út at yvirraska við einum vøkrum blómutyssi. 

Vertur er Aðalbjørg Kristjánsdóttir




Viðkomandi greinar