Poddvarp
Systralag: Rakul Vang
27.02.2026

 LURTA HER

 

 

Í fyrsta parti av poddvarpinum Systralag er Rakul Vang gestur. Rakul er 46 ár, starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur, og so er hon næstyngsta systur í einum systraflokki á fýra. Alt hennara lív hevur systralagið teirra millum staðið sterkt. Tá ið Rakul var blaðung varð pápi teirra illa heilaskaddur, ið merkti, at systralagið systranna millum gjørdist enn tættari enn áður. Tó so eru eisini nógv onnur systraløg, sum hava havt alstóran týdning ígjøgnum lív hennara. 

Vit práta um systralag sum hugtak, hvussu systralagið hevur tað í føroyska samfelagnum, í starvinum sum sjúkrarøktarfrøðingur, umframt hennara uppliving av systralagi. At enda fer Rakul út at yvirraska eina kvinnu, ið hevur havt serstakan týdning fyri hana, við einum vøkrum, litríkum og várligum blómutyssi frá  blómuhandlinum Akkuleya

 

Vertur er Aðalbjørg Kristjánsdóttir


Blómuhandilin Akkuleyga hevur stuðlað hesum partinum av Systralagið og eisini latið blómutyssið til høvið

 




Viðkomandi greinar