Poddvarp
Systralag: Tóra við Keldu
07.03.2023

LURTA HER

Tað er við gleði og summarfuglum í búkinum, at vit í dag - altjóða kvinnudagin - útgeva okkara allarfyrsta poddvarp.

Hóast vit hava arbeitt við fleiri hugskotum um ymiskar poddar í longri tíð, hildu vit, at tað var uppá sítt pláss, at fyrsti poddurin í okkara fyrstu poddvarpsrøð snúði seg um at lyfta aðrar kvinnur upp og at siga takk.

Og soleiðis varð Systralag til.

Systralag er ein poddvarpsrøð í fýra pørtum, har vit í hvørjum parti hitta eina kvinnu, sum vit práta við um júst hetta orðið og um, hvat hon leggur í hetta orðið - systralag. Eitt orð, sum vit á Kvinna hava veruliga hava tikið til okkara seinastu vikurnar, og sum vit vóna, at tit - kæru lurtarar - eisini fara at gera, eftir at tit hava lurtað eftir hesi røðini. Síðani hevur sama kvinnan fingið til uppgávu at hugsa um eina aðra kvinnu, sum hevur lyft hana upp á onkran hátt í lívinum - tað kann vera persónligt, professionelt, sosialt ella okkurt heilt annað. Tann kvinnan verður síðani yvirraskað við blómum og eini hjartans tøkk.

Vit hava brúkt nakað av tíð til at finna fram til hetta heldur ókenda orðið systralag - men vit eru vorðnar góðar við orðið. Tí hvør skilur kvinnur betri enn júst kvinnur? Vilja vit framburð og vilja vit javnstøðu, so mugu vit stuðla hvørji aðrari. 

Heilsan

Tóra og Annika

1. partur - Tóra við Keldu
Fyrsti partur er tikin upp í Klaksvík, og gestur er 48 ára gamla Tóra við Keldu, sum greiðir frá, hvat orðið Systralag hevur at siga fyri seg.


– Vit eru kvinnur, og systralag leggur upp til, at vit síggja stórt í at lyfta hvørja aðra upp, eggja hvørji aðrari og geva hvørji aðrari nakað, sum vit kanska ikki hava, segði hon millum annað í samrøðuni, áðrenn vit fóru út til eina aðra kvinnu í Klaksvík við mikrofonini. Hon varð av sonnum tikin á bóli, tá Tóra kom inn um dyrnar við vøkrum og várligum blómum frá Blómuhandlinum Orkis og handaði henni tær sum eina tøkk fyri gott systralag. 

Gleð til eina upplyftandi poddvarpsrøð saman við okkum. Tað gera við í øllum førum :)


Paulina Andreasen við vøkrum blómutyssi frá Orkis saman við Tóru við Keldu




Viðkomandi greinar