Vit snakka um pengar
Hoyr 8. partin her
Eigur tú hús, er umráðandi at vera rætt tryggjað, tí tað kann verða avgerandi fyri endurgjaldið, skuldi tað ólukkuliga hent, at ein vanlukka til dømis rakti. Men hvat skalt tú hugsa um, tá tú skalt tryggja tínar ognir?
Í hesum partinum vitja vit heima hjá Turið Thomsen, ið nýliga hevur keypt hús í Havn – og við okkum er Randi Weihe, ráðgevi hjá Betri Trygging, og saman gjøgnumganga vit húsini og hyggja nærri at, um Turið er nóg væl tryggjað. Vertir eru Annika Kunoy Im og Tóra Effersøe Mortensen.
Prei
Við innbúsroknaranum hjá Betri Trygging kanst tú kanna, um tú ert á beinari leið. Roknarin gevur tær eitt vegleiðandi boð uppá, hvat innbúgvið er vert og hvat tað tí eigur at verða tryggjað fyri.
Parturin er stuðlaður av Betri Trygging.
Um røðina
Vit snakka um pengar er poddvarpsrøð hjá Kvinnu í níggju pørtum. Gjøgnum hesar níggju partarnar kava vit í evnið pengar við eini vón um, at vit fáa svar uppá spurningarnar, sum vit ofta ikki tora at spyrja, gerast klókari um okkara egnu viðurskifti og standa á einum sterkari økonomiskum grundvølli við betri vitan og fortreytum.
Fyrstu tríggir partarnir eru um pensjón, síðan eru tríggir partar um bankaviðurskifti og til endans tríggir partar um trygging. Allir partarnir eru at finna á heimasíðu okkara kvinna.fo, Apple Podcasts og Spotify.