Poddvarp
Hvat kunnu vit gera við problemið?
Lurta eftir 3. parti av poddvarpsrøðini "Vit snakka um pengar"
30.11.2023

Vit snakka um pengar

Hoyr 3. partin her



Hví er munurin millum pensjónsútgjøldini hjá kvinnum og monnum so stórur? Hvør eigur ábyrgdina? Hvat merkir tað fyri okkum kvinnur, og hvat fáa vit gjørt við hendan risastóra trupulleikan?

Í hesum partinum fara vit saman at hugleiða um hendan strukturella samfelagstrupulleikan.

Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur, og Regin Berg, Master í politikki og í lóg.

Vertir eru Tóra Effersøe Mortensen og Annika Kunoy Im. Parturin er stuðlaður av Betri Pensjón.

Tú kanst lurta eftir poddvarpinum á heimasíðuni hjá Kvinnu, á Spotify og Apple Podcasts

Hoyrdi tú ikki 1. partin? Lurta her.

Hoyrdi tú ikki 2. partin? Lurta her.


Um røðina

Vit snakka um pengar er poddvarpsrøð hjá Kvinnu í níggju pørtum. Gjøgnum hesar níggju partarnar kava vit í evnið pengar við eini vón um, at vit fáa svar uppá spurningarnar, sum vit ofta ikki tora at spyrja, gerast klókari um okkara egnu viðurskifti og standa á einum sterkari økonomiskum grundvølli við betri vitan og fortreytum.

Fyrstu tríggir partarnir snúgva seg um pensjón, síðan koma tríggir partar um bankaviðurskifti og til endans tríggir partar um trygging.

 




Viðkomandi greinar