1 millión dáma á Twitter
Tíðindi

1 millión dáma á Twitter

Tað var mest til stuttleika, at Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim valdi at leggja tvær av sínum tekningum á Twitter. Síðani hon var 15 ár, hevur hon havt ein dreym um at tekna til telduspøl og film.
Eftir: Eilen Anthoniussen / Myndir: Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim 22.01.2021

- Tað var mest til stuttleika. Eg legði tað bara út á Twitter, tí eg ofta havi sæð fólk gera okkurt líknandi á Twitter og fáa nógv likes fyri tey, sigur Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim.

Hon fann fram tvær myndir, sum hon setti saman til eina. Ta fyrru teknaði hon sum 16 ára gomul, og tann seinna er ein nýggj, og hon kallaði uppslagið ‘My art at 16 vs my art at 24’. Tey fyrstu 1.000 fyrstu góvu sítt ‘dáma’ innan fyri fyrsta døgnið. Dagin eftir høvdu 30.000 brúkarar dámað myndina, og mikudagin var talið komið uppá eina ørandi millión.

- Hetta hevði als ikki væntað. Hetta hendir ikki vanliga fyri listafólk, so tað er rættiliga stuttligt.

Stóra undirtøkan fyri myndunum hevur havt við sær fyrispurningar úr ymsum herðashornum. Bjørk er útbúgvin til at gera animatiónsfilm í Viborg og hevur arbeitt í studio í London, har hon arbeiddi fyri framleiðarar úr øllum heiminum. Í løtuni starvast hon freelans við at gera konsept til animatiónsfilmar, telduspøl og ymiskt annað grafiskt arbeiði.

- Síðani eg var 15 ár havi eg havt ein dreym um at arbeiða við telduspølum. Tað er ein spennandi vinna í vøkstri. So hóast eg ikki havi møguleika fyri at taka av øllum tilboðunum, er tað umráðandi fyri meg at hava hesi sambondini.

Myndirnar, sum hon legði á Twitter, eru báðar teknaðar á teldu, sum er hennara fremsta amboð. Báðar eru landslagsmyndir, sum hon hevur arbeitt nógv við í seinastuni.

- Nógv velja at leggja eina vánaliga áðrenn-mynd, so ein sær eina ógvisliga menning. Eg valdi at leggja eina mynd út, sum eg í veruleikanum dámdi. So eg eri fegin um allar hesar afturmeldingarnar.

Hevur tú umhugsað eina framsýning við tínum egnu myndum?

- Ja, viðhvørt havi eg spælt mær við tankan. Kanska tað verður einaferð, sigur ein glað Bjørk, sum selur síni prent á Inprent.com.




Viðkomandi greinar