Heystið er komið, og nú er tíð til hugna, samveru og góðar upplivingar við familjuni! Men hvat skulu tit finna uppá í heystfrítíðini? Vit hava savnað 15 hugskot til stuttligar og hugnaligar løtur við børnunum – her er alt frá spennandi útferðum til kreativt ítriv og hugna heima við hús.
Bókasavnið
Ein túrur á bókasavnið er altíð hugnaligur ein ráan heystardag. Her kunnu tit seta tykkum væl til rættis við einum góðum kaffimunni og einari spennandi bók, ella finna eina góða bók at læna við heim.
Á Býarbókasavninum í Havn verður 100 ára føðingardagurin hjá Palla Pumm (Winnie-the-Pooh) hátíðarhildin! Í døgunum 10.–17. oktober er ymiskt spennandi á skránni hjá børnunum. Millum annað kunnu tey hjálpa Palla Pumm at leita eftir hunangskrukkum.

Heystfagnaður
Frá 14. til 18. oktober verður heystfagnaður á Eiði, har børn kunnu luttaka í nógvum stuttligum og læruríkum verkstovum. Tað verður við støði í seyðahaldi, fletting, siðsøgu og landbúnaði.
Havnar bio
Poppkorn, sodavatn og ein góður filmur! Biografurin hevur nógvar hugnaligar og barnavinarligar filmar á skránni í heyst. Fólk og dólgar í Kardamummubýnum má heilt avgjørt vera á listanum yvir filmar, tit skulu síggja!
Baka saman
Eitt gott hugskot til søtu tonnina og heimahugnan er at baka. Vit viðmæla hesa lekkru skuffukøkuna við kakaomjólk!

Svimja
Ein túrur í svimjihylin er altíð bæði stuttligur og hugnaligur! Kanska tit kunnu pakka svimjiklæðini í bilin og leggja leiðina í eina svimjihøll, tit ikki hava vitjað áður?

Keypið tykkum ein kopp av heitum kakao
Leggið leiðina fram við tykkara yndiskaffistovu og njótið ein góðan kopp av heitum kakao, meðan heystveðrið leikar í uttanfyri.
Skera grasker
Einki sigur heyst sum grasker! Gerið ein hugnaligan familjudag burturúr og skerið stuttlig ella ræðandi andlit í graskerini. Ein hugnalig heystløta fyri bæði stór og smá!

Mála keramik
Lat hugflogið fáa frítt spæl og mála títt egna keramik á leirkaféini Elva í Vestmanna! Ein hugnalig og skapandi løta fyri bæði stór og smá. Opið er týsdag frá 15:00-19:00.

Mála við vatnmáling
Ein hugnalig og friðarlig løta, har bæði stór og smá kunnu fordjúpa seg í sínum kreativiteti. Vatnmáling er løtt at taka fram og rudda burtur aftur, og tí er hetta eitt upplagt hugskot til ein hugnaligan seinnapart heima við familjuni.
Vitja Sjósavnið
Eitt stuttligt og læruríkt stað, har børn kunnu brúka sansirnar og uppliva spennandi lívið í havinum! Í vetrarhálvuni er opið leygardag og sunnudag frá kl. 14.00 til 17.00.
Savnsfagnaður á Listasavni Føroya
Frá 12. til 16. oktober er savnsfagnaður á Listasavni Føroya! Børn í skúlaaldri kunnu vera við á spennandi verkstovum saman við listakvinnuni, Turið Teitsdóttir, har tey sleppa at gera sínar egnu listakollasjur.
Verkstovurnar eru frá kl. 11.15 til 13.00, og frá kl. 13.00 til 14.00 verður rundvísing á savninum. Savnsfagnaðurin er fyri øll, og øll tiltøkini eru ókeypis!

Heyst(ó)hugni á Tjósavninum
Tora tit at vitja? Tjóðsavnið bjóðar til óhugnaligan heysthugna við upplivingum fyri børn – heilt ókeypis. Tiltakið er frá 12.–16. oktober kl. 11–16.
Bovlingkapping
Bjóðið familjuni til eina stuttliga bovlingkapping! Í bovlinghøllini í Havn ella í Leirvík eru eisini onnur spøl og góður matur at fáa.
Filmskvøld við heystligum-tema
Tendra ein hugnaligan - ella ein óhugnaligan - heystfilm, og njótið hann afturvið klassiskum heystgóðgæti, eitt nú onkrum leskiligum við kaneli, súreplum ella pumpkin spice!
Spælidagur við borðspølum
Gerið ein hugnaligan spælidag heima við borðspølum og putlispølum! Finnið eitt gamalt yndisspæl fram, roynið eitt nýtt spæl, sum tit leingi hava havt hug at roynt, ella setið tykkum væl til rættis við einum spennandi spæli, har tímarnir bara flúgva avstað!