18 ára gomul kvinna slær øll met hjá Gucci
Tíðindi

18 ára gomul kvinna slær øll met hjá Gucci

Bretska modellin Ellie Goldstein hevur vakt ans í seinasta mótaátakinum hjá mótahúsinum Gucci. At síggja til slær hon øll met.
Eftir: Eilen Anthoniussen 09.07.2020

Summarið 2020 hevur verið eitt serligt summar fyri 18 ára gomlu Ellie Goldstein úr Essex í Stórabretlandi. Hon er nevniliga vorðin andlitið á nýggjasta mótaátakinum hjá italska mótahúsinum, Gucci.

Talan er um eitt mótaátak fyri Gucci L’Obscur Mascara, og sambært mótastovuni Zebedee Management, sum umboðar Ellie, og arbeiðir fyri at tryggja størri fjølbroytni innan mótaheimin, slær Ellie øll met hjá Gucci á sosialu miðlunum.

Myndin er dámd ikki færri enn 835.072 ferðir á instagramvanganum hjá Gucci, og hetta er ikki hent fyrr, sigur kenda mótahúsið.

Sjálv er Ellie fegin um móttøkuna av myndunum og sigur seg trívast væl við at vera modell. Ellie hevur Downs Syndrom og er ein av føstu modellunum á mótastovuni Zebedee Management. Grundarlagið undir Zebedee Management er ein undirumboðan av modellum við breki.

- Ellie er eitt fantastiskt menniskja bæði innan og uttan. Hon lýsir eitthvørt rúm upp og er so professionell í sínum arbeiði. Vit vóna, at onnur mótahús fáa eyguni upp fyri Ellie, og at tað fer at verða vanligari at velja modellir við breki, siga stovnararnir av Zebedee Management, Laura Johnson og Zoe Proctor.

Ellie hevur áður verið modell fyri Nike og Vodafone, umframt at myndir av henni hava verið við á framsýning í viðurkenda National Portrait Gallery í London.




Viðkomandi greinar