36 % hava upplivað harðskap og 23 % hava upplivað kynsligan ágang
Tíðindi
36 % hava upplivað harðskap og 23 % hava upplivað kynsligan ágang
Tað vísa úrslit frá stórari kanning um harðskap, sum Setrið hevur gjørt fyri Almannaráðið
Eftir: Anniku Kunoy Im 20.05.2021

Í morgun varð stór kanning um harðskap, sum Setrið hevur gjørt fyri Almannaráðið, løgd fram.

Meira enn ein triðingur, 36 prosent, av teimum spurdu hava verið fyri onkrum slagi av harðskapi. Og 23 prosent - ella meira enn fimti hvør - av teimum spurdu hava verið fyri kynsligum ágangi.

Harðskapur og kynsligur ágangur hava sera álvarsligar fylgjur fyri tey, sum eru rakt. Tí sambært kanningini eru nógv teirra, sum hava verið fyri kynsligum ágangi plágað av tungum tonkum, vónloysi, einsemi og trupulleikum í parlagnum. Tey eru eisini í nógv størri mun, enn onnur, arbeiðsleys ella óarbeiðsfør.

– At fáa til vega nágreiniliga vitan um hetta økið hevur alstóran týdning, og eg eri fegin um, at vit nú hava eitt enn betri grundarlag at arbeiða við. Tí við álítandi tølum av slíkum slagi ber til at leggja arbeiðið til rættis á besta hátt, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum.

Tilvildarliga vald fólk í Føroyum millum 18-75 ár hava svarað kanningini í tíðarskeiðinum  desember 2020 – februar 2021.

1067 svaraðu kanningini, og svarluttøkan var 51% av teimum sum fingu spurnablaðið.

Hetta er tann fyrsta kanningin av sínum slag, og seinni í ár verður ein nýggj kanning gjørd, tá av støðuni hjá teimum, sum í dag eru børn og ung.

Úrslitini av kanningini kunnu síggjast HER