Altjóða Down syndromdagur: Elin gevur yrkingasavn út
Tíðindi
Altjóða Down syndromdagur: Elin gevur yrkingasavn út
Í dag er altjóða Down syndrom-dagur, og í tí sambandi gevur Sprotin út nýtt yrkinasavn hjá Elini Løkin.
Eftir: Ingrid Bjarnastein / Mynd: Sprotin 21.03.2021

Elin Løkin er 35 ára gomul og úr Saltangará, og Elin hevur Down syndrom.

Í dag, sjálvan altjóða Down syndromdagin, letur hon úr hondum sítt fyrsta yrkingasavn, sum Sprotin gevur út.

Elin skrivaði sínar fyrstu yrkingar í 2015. Hon yrkir um tað, sum fyllir løtuna. Yrkir um sínar tankar um mál, ið leika á, um skapanina, um næstringar. Mamman hjálpir henni við at seta yrkingarnar upp. Stundum hugleiðir Elin um tað at vera menniskja og um lívið. Stundum letur hon tilveruna í ævintýrkendan hugaheim.

Elin Abrahamsdóttir Løkin er fødd 6. februar 1986. Hon býr í Saltangará. Henni dámar væl at brodera, tekna og mála, og henni dámar væl at yrkja og syngja.