
Kvinnulist við Havnará
Gallarí Havnará hátíðarheldur kvinnudagin við seks listakvinnum.
Tað eru verk hjá Guðrið Poulsen, Miu Smith, Turið Teitsdóttir, Rannvá Mortensen og Fríðu Berg, ið verða sýnd fram. Annika Dalsgaard, vertur á “Gentuvesinum” heldur røðu í samand við ferniseringina, og Guðrið Hansdóttir framførur nøkur løg. Les meira her!
Feministiskt bannikvøld á Háskúlanum
Feministar av øllum kynum verða á kvinnudegnum bjóðaðir til feministiskt bannikvøld á háskúlanum. Feministar av øllum kynum sleppa framat mikrofonini, og loyvt er at banna og vísa frustratiónir. Meira fæst at vita um bannitiltakið á
Vitja Listasavnið ókeypis
Listasavnið bjóðar øllum kvinnum at vitja savnið ókeypis á kvinnudegnum.
Konubrot og Britubrim í Mentanarhúsinum í Fuglafirði
Altjóða kvinnudagurin verður hildin í Mentanarhúsinum við m.a. kjaki, stand-up og sofapráti. “Mansstýrið” verður umrøtt, og “Kveikjandi reyðsing - eitt blomstrandi samfelag” verður eisini á skránni. Yrkingar, list og góðir tónar við m.a. Guðrið Hansdóttir og Benjamin Petersen eru eisini partur av tiltakinum. Les meira her!
“Vinnuni tørvar Javnstøðu” í Norðurlandahúsinum
Javnstøða í vinnuligum høpi verður sett á breddan í Norðurlandahúsinum á kvinnudegnum 8. mars, og spurningar sum “Hvat skal ítøkiliga til fyri at fáa javnstøðu?” og “Hvussu fáa vit fleiri kvinnur í stjóra- og nevndarsessir?” verða umrøddir. Tiltakið byrkar kl. 15, og endar við kjaki millum umboð fyri vinnuna og politiska myndugleikan. Les meira her!