Ársins fyrsta Kvinna - vit heirða 10 kvinnur, sum tora at ganga á odda!
Tíðindi
Ársins fyrsta Kvinna - vit heirða 10 kvinnur, sum tora at ganga á odda!
Eftir: Kvinnu 22.02.2024

Í ársins fyrstu Kvinnu heirða vit 10 kvinnur, sum inspirera og tora at ganga á odda. Vit vilja fegnar geva hesum sterku, skapandi, sjálvbjargnu og arbeiðssomu kvinnum, eitt herðaklapp fyri teirra týðandi íkast.

Vit hava eisini eina spennandi samrøðu við Ceciliu Nolsøe Sørensen, sum er kvinnan handan Instagram-vangan @figgjarligtfraelsi - hon hevur seinastu tíðina gjørt nakað slóðbrótandi. Í øllum førum í føroyskum samanhangi. Tí á Instagram-vanga sínum hevur hon lagt øll síni fíggarligu tøl á blik. Spyrt tú hana hví, sigur hon, at tað er umráðandi, at vit tosa um hesi tingini, og málið, ja, tað er eitt ríkt lív við fíggjarligum frælsi, har hon hevur frið innaní og møguleikar til at brúka tíðina og pengarnar, sum hon sjálv vil.

Tú fært eisini 5 lættar og lekkrar matuppskriftir til eina fjølbroytta vikuætlan. Og vit vitja eisini heima hjá Súsannu og Atla Danielsen í Klaksvík. Og mangt, mangt annað er at finna í blaðnum.