Ársins fyrsta summarKvinna á gøtuni
Tíðindi
Ársins fyrsta summarKvinna á gøtuni
Eftir: 25.05.2023

Eitt leygarkvøld í 2015 funnu Sunnvá og Martin hvønn annan í eini lítlari sølubúð á sandinum á G! festivalinum og gjørdust par. Deildi áhugin fyri at sniðgeva og skapa sítt egna leiddi tey til at luttaka í donsku reality-sendingini, Nybyggerne, í 2020, sum gjørdi tey landskend bæði í Danmark og í Føroyum, og sum samstundis læt fleiri aðrar dyr upp. Nú hevur Sunnvá Dahl Høgfeldt fleiri fylgjarar á Instagram, enn tað búgva føroyingar í Føroyum. Les áhugaverda samrøðu við Sunnvá, sum eisini prýðir okkara forsíðu.

Vit hava eisini eina áhugaverda og hjartanemandi dýpd um demenssjúkunaa alzheimer, ið á leið 850 føroyingar eru raktir av. Vit hoyra frá avvarðandi og sjúkum, ið øll á hvør sín erliga og djarva hátt greiða frá um eina nýggja tilveru við broyttum relatiónum og eini stórari sorg, bæði fyri tann rakta, men sanniliga eisini fyri tey avvarðandi - og tað gera tey, hóast hetta er ein sjúka, ið enn er torfør at tosa um, tí hon vendir alt á høvdið og noyðir øll, hon rakar at tilpassa seg eina nýggja tilveru. Les um Eyðdis Hartmann Niclasen og mammuna Jensu. Um Merete Messmann og mannin Stanley Samuelsen. Og um Búa Dam, sum setur ein leik upp, har alzheimer rakta mamma hansara, Birita Mohr, hevur høvðusleiklut.

Tú fært íblástur og uppskriftir til fimm festlig veitslubrettir við millum annað sjógæti, cæsar salati og fisk & kipsi. Eina bindiuppskrift til lekkra opna troyggju við blaðmynstri. Og inspirerandi prát við Gunnvá Zachariasen, sum hevur gingið teir 340 fjallatopparnar.

Vit vitja eisini serstakliga hugnaliga heimið hjá Jóhannu Norðberg Niclasen og familjuni, sum býr í lestraríbúð á Oyrasundi í Keypmannahavn, har kreativar og heimagjørdar loysnir eru reyði tráðurin.