Ársins seinasta Kvinna við nógvum lekkrum uppskriftum
Tíðindi
Ársins seinasta Kvinna við nógvum lekkrum uppskriftum
Í seinastu Kvinnu í ár hava vit millum annað trý køksprát og nógvar góðar uppskriftir, t.d. eina festliga og fjølbroytta nýggjársmatskrá.
Eftir: Ingrid Bjarnastein 17.12.2021

So er seinasta Kvinna í ár komin á gøtuna. Og eisini hesa ferð er hon full av nógvum áhugaverdum tilfari.

Vit hava trý ymisk og fjølbroytt køksprát. Kom við á gátt hjá Maiken Mortensen og dóttrini Rannvá H. Djurhuus, sum borðreiða við øllum møguligum leskiligum, sum vit m.a. kenna aftur frá kaféini Systrar í Norðurlandahúsinum. Eisini bjóðar Ranvá Knudsen, sum vit kenna frá 'Dreymakøkunum hjá Ranvá', til eitt søtt køksprát um søtan bakstur og dessertir. Og at enda fara vit á vitjan í Kvívík hjá Marionnu Eysturoy, sum borðreiðir við meira siðbundnum, men altíð vælsmakkandi mati.

Eisini eru vit sloppin at kaga inn í eina lítla, men vælinnrættaða íbúð í Klaksvík, sum bara er 34 fermetrar. Men tað eru 34 fermetrar fullir av persónligum stíli og sjarmu.

Ársskiftið nærkast, og í tí sambandi hava vit hugt aftur á 2021 saman við fimm sterkum kvinnum. Dania O. Tausen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Elin Michelsen, Lene Terp og Kristina Gry Berg fortelja m.a. um tað besta og ringasta við árinum, ið fór, hvat tær hava lært, og hvat tær fara at minnast frá 2021.

Hávard Vatnhamar, sum er kendur fyri paraítrótt og fleiri stór ítróttarbragd, er maðurin, okkum dámar hesa ferð. Og so hitta vit Mirjam Carlsen til eitt prát um, hvat lívið hevur lært hana.

Fá íblastur til eina festliga og fjølbroytta nýggjársmatskrá við meira nýtmótans 'suppa, steik og ísi' matskrá: Epla-jarðkneysasuppa við toski og beykoni, innbakað oksalundir við soppasós og bakaðum hokaido graskeri og at enda tann hugtakandi dessertin 'Baked Alaska'.

Alt hetta og nógv annað áhugavert finnur tú í nýggjastu Kvinnu, sum fæst til keyps í sølubúðunum nú.