Ársins seinasta Kvinna við stórum binditema
Tíðindi

Ársins seinasta Kvinna við stórum binditema

Keyp ársins seinastu Kvinnu við eini rúgvu av spennandi lesitilfari - tú kanst millum annað gleða teg til stórt binditema.
Eftir: Ingrid Bjarnastein / Mynd Tóra Effersøe Mortensen 18.12.2020

Far í jólafrí við nýggjastu og ársins seinastu Kvinnu, sum fæst til keyps nú.

Í blaðnum hesa ferð fært tú eitt stórt binditema við uppskriftum, stokkapráti og hugnaliga bindiklubbareportasju, bindimóta og nógvum øðrum. Heili 32 síður um binding.

Heili 32 síður um binding.

Vit fara á gátt í heimligu og fjálgu húsunum hjá Elini í miðbýnum í Havn, og tú fært íblástur til matskránna gamlaárskvøld, sum er 80'ara matur við einum nýmótans tvisti.

Les um spennandi og kveikjandi kvinnur - arbeiðslívið hjá Guðruni Ludvig og um varastjóran á Landssjúkrahúsinum, Margit Stórá, sum altíð hevur gingið egnar leiðir.

Saman við fýra sterkum kvinnum hyggja vit aftur á árið, ið fór, og sjálvandi hava vit eisini gjørt pláss til at hoyra, hvat menn hava at siga um okkum kvinnur; hesa ferð er tað skúlastjórin í Skúlanum á Fløtum, Regin Marnersson, sum er sloppin til orðanna.

Alt hetta og nógv annað áhugavert finnur tú í nýggjastu Kvinnu.




Viðkomandi greinar