Barbara Lervig vann Geytan
Tíðindi
Barbara Lervig vann Geytan
Dómsnevndin og áskoðararnir vóru samd. 'Handanland' hjá Barbaru Lervig vann bæði Geytavirðislønina og Áskoðaravirðislønina í gjárkvøldið.
Eftir: Ingrid Bjarnastein / Mynd: Norðurlandahúsið 28.02.2021

Í gjárkvøldið var afturvendandi heiðranin av bestu føroysku stuttfilmunum seinasta árið í Norðurlandahúsinum. Orsakað av koronutilmælunum var tiltakið ikki alment og bert fyri innbodnum, men allir filmarnir og sjálvt tiltakið vórðu víst í Kringvarpinum.

Tá samanum kom gjørdist tað 'Handanland' hjá Barbaru Lervig, ið fór avstað við bæði Geytanum og Áskoðaravirðislønini.

Dómsnevndin grundgevur soleiðis fyri valinum:

"Vinnarin av Geytanum 2021 hevur megnað at hugtikið og vakt virðing hjá dómsnevndini við einum ambitiøsum og inniligum stutt-filmi. Tá talan harafturat er um fyrsta veruliga filmsavrikið hjá leikstjóranum, er tað eisini sera djarvt av leikstjórinum at fara í holt við viðgera nakrar so tungar og álvarsamar eksistentialistiskar spurningar, ið eru torførir at bera fram hjá teimum mest royndu filmsfólkunum.

Men hetta loysir filmurin hegnisliga við einari blanding av góðum sjónleikaraavriki, einfaldari og munagóðari visuellari nýtslu av føroysku náttúruni, stílreinum framleiðslusniði og einum bjartum frásøgu-vendið í endanum, ið gevur eina vón í vónloysinum. Hóast evnið og tað føroyska landslagið í filminum er væl kent, so megnar leikstjórin við síni serstaku rødd at geva frásøguni ein frískan og persónliga dám. Og tað er ikki smávegis.

Hetta hevur, sum sagt, hugtikið og vakt virðing hjá limunum í dómsnevdini, og dómsnevndin vil somuleiðis viðurkenna hetta djarva lopið inn í filmsheimin við Geyta virðislønini. Framtíðin hjá hesum leikstjóra er spennandi og vóngevandi - og somuleiðis framtíðin hjá hesum nýggja ættarliði av føroyskum filmsfólkum."