Bárður á Lakjuni: Humor hevur nógv at siga fyri meg
Tíðindi
Bárður á Lakjuni: Humor hevur nógv at siga fyri meg
Í Kvinnu sum fæst til keyps í handlunum nú, hava vit hitt Bárð á Lakjuni. Her er ein brellbiti av, hvat hann sigur í samrøðuni, sum tú kanst lesa í fullari longd í nýggjasta blaðnum.
Eftir: Ingrid Bjarnastein / Mynd: Amy Hansen 16.08.2021

Hann kundi hugsað sær at verið fittari í hondunum og dugað betur at sagt nei. Trompetbuksurnar ætlar hann sær ikki í aftur, og hann heldur seg hava nógv at vera errin av. Bárður á Lakjuni hugleiðir í nýggjastu Kvinnu um leyst og fast og fortelur eisini, hví humor hevur nógv at siga fyri seg.

Greinin er at finna í fullari longd í blaðnum, sum fæst til keyps í sølubúðunum nú, og har fært tú eisini at vita, hvussu tað gekst, tá Bárður herfyri skuldi royna seg sum handverkara heima og heingja ein flatskerm upp.

Hvønn eginleika brýggjar tú teg ikki um hjá øðrum?

– Fólk, sum ikki duga at síggja tað stuttliga... ella ikki duga at taka tað. Tað gerst ov turrisligt og ov stirvið. Tað er nokk so keðiligt. Eg veit ikki, um tað er ein verjumekanisma hjá mær at sláa tingini upp í glens. Kanska har liggur ein djúp, sálarlig frágreiðing aftanfyri? Eg veit tað ikki. At eg eri bangin fyri, at alt gerst ov álvarsamt? Tað haldi eg ikki.

– Tú kanst kanska siga, at tað er ein máti at yvirliva uppá. At duga at síggja tað stuttliga fyri at kunna takkla tað ræðuliga? Mær dámar væl, tá huglagið er lætt, og tað taki eg eisini við mær, tá eg skal framføra. Tá fái eg meira burturúr, og tey, sum eru til staðar, fáa eisini meira burturúr.

– Yvirhøvur dámar mær heldur ikki, tá tað verður tosað ilt um onnur, baktalað. Eg skrivaði eina ferð eina yrking, sum eitur ‘Oyrnatutl’, sum lýsir júst tað.

– Annars haldi eg, at eginleikar, sum mær ikki dámar hjá øðrum, helst eru eginleikar, sum mær ikki dámar hjá mær sjálvum.