
Tíðindi
Barnabati hevur fingið nýggjan aðalskrivara
Tað er Hedvig Johansdóttir Høgnesen, ið er sett í starvið sum aðalskrivari í Barnabata. Hon tekur við starvinum 1. mars 2025.
Hedvig Johansdóttir Høgnesen er sett í starv sum aðalskrivari í Barnabata og tekur við starvinum 1. mars 2025.
Hedvig er útbúgvin námsfrøðingur og cand.pæd.psyk og er við at enda sín magistara lestur innan trivnað- og tilfeingissálarfrøði.
Seinastu 15 árini hevur hon starvast á Dugna, fyrst sum deildarleiðari og síðani sum stjóri seinastu 10 árini.
– Við sínum drúgvu arbeiðsroyndum og persónligu dygdum er hon rætti persónur at víðarimenna Barnabata.
– Vit gleða okkum til eitt gott og spennandi samstarv, Barnabata at frama ov vit ynskja Hedvig hjartaliga til lukku við nýggja starvinum, og vit gleða okkum til eitt gott og mennandi samstarv framyvir, sigur Turið Horn, forkvinna í Barnabata.