Biografsýningin avlýst!
Tíðindi
Biografsýningin avlýst!
Tíverri er biografsýningin, ið skuldi vera hósdagin 04. november avlýst.
Eftir: Ingrid Bjarnastein 02.11.2021

Støðan við koronu og høgu smittutølini hava tíverri við sær, at vit eru noyddar at avlýsa biografsýningina hóskvøldið 04. november. 

Tíverri er ikki gjørligt hjá okkum at halda tilmælini ella frástøðu í einum fullsettum biografsali, og tá so nógv fólk eru savnað á einum og sama staði, so fyri at binda um heilan fingur, hava vit valt at avlýsa sýningina. 

Vit eru so sera harmar um støðuna, tí vit høvdu veruliga glett okkum til eitt hugnaligt kvøld saman við tykkum. 

Tit fáa peningin endurgoldnan fyri atgongumerkini, og vit vóna, at vit kunnu bjóða tykkum til eina aðra spennandi frumsýning skjótt. 

Vinaliga, 
Kvinna