Bjørg Brynhildardóttir Egholm "Dagurin í gjár var so surrealistiskur og stórur "
Tíðindi
Bjørg Brynhildardóttir Egholm "Dagurin í gjár var so surrealistiskur og stórur "
"Ungdómurin hevur talað," staðfesti 20 ára gamla Bjørg Brynhildardóttir Egholm, sum í gjár skrivaði seg í søgubøkurnar, sum yngsta løgtingsfólk nakrantíð. Vit hava prátað við Bjørg dagin eftir stóra dagin.
Eftir: Tóra Effersøe Mortensen Mynd KVF 27.03.2026

Hvussu var at vakna í morgun?
Eg vaknaði tíðliga í morgun, og eg fekk ikki sovnað aftur. Dagurin í gjár var so surrealistiskur og stórur. Eg eri so takksom fyri álitið, men nú er veruliga at fara til verka!

 

Hvussu hevur tað verið fyri teg sum ung kvinna at traðka inn í politiska heimin?
Tað hevur verið ein góð uppliving hjá mær at vera ung kvinna í valstríðnum. Eg havi ikki merkt mótgang í mun til mítt kyn. Men harafturímóti havi eg fingið nógvar viðmerkingar um mín aldur – at eg ikki havi nóg nógvar lívsroyndir. Men veljarin vísti á annað í gjár.

Tær hava tað í felag, at tær standa við sítt, tær eru vinstravendar, sterkar kvinnur, sum tora at ganga ímóti streyminum og gera tað, sum tær halda vera rætt.

Hvat er tað fyrsta, tú ætlar at seta á dagsskránna?
Tað fyrsta, eg skal seta á dagskránna, er, at vit skulu hjálpa teimum, sum veruliga hava tørv á hjálp. Vit skulu síggja stættarmunin, sum hann er, vit SKULU gera alt, vit kunnu, fyri at lyfta tey á niðastu rók. Vit skulu eisini raðfesta ungdómin og lestrarlívið í Føroyum, eg haldi, at tey ungu hava uppiborið raðfesting, og tey mugu síggja, at vit sum land gjarna vilja hava tey her í Føroyum.

 

Um tú skalt velja ein persón út, sum skal hava eina serliga tøkk?
Eg má takka Hera Reynheim og Sonju Jógvansdóttir. Tey hava gjørt eitt megnar arbeiði fyri arbeiðarafjøldina. Tey hava hjálpt mær og givið mær so gott innlit í, hvussu stórur stættarmunurin veruliga er hjá okkum í Føroyum.

 

Hvør er tín politiska fyrimynd?
Eg havi nógvar politiskar fyrimyndir. Harímillum eru Ingilín D. Strøm, Liljan Weihe og Bjørt Samuelsen. Tær hava tað í felag, at tær standa við sítt, tær eru vinstravendar, sterkar kvinnur, sum tora at ganga ímóti streyminum og gera tað, sum tær halda vera rætt.


Um tú skuldi lýst teg sjálva sum politikari við einum emoji, hvat skuldi tað verið?
💪

 




Viðkomandi greinar