Børn og skíggjanýtsla: Fá svar upp á spurningarnar
Tíðindi
Børn og skíggjanýtsla: Fá svar upp á spurningarnar
Tað kann vera trupult at vita, hvat er rættast, tá tað snýr seg um at skapa karmar við at seta mørk og reglur fyri skíggjanýtslu hjá børnunum. Fyri eini tíð síðani spurdu vit, hvørjar spurningar tit hava til serfrøðingarnar um børn og skíggjanýtslu. Vit sendu innkomnu spurningarnar víðari til serfrøðing, sum hava svarað
Eftir: Anniku Kunoy Im / Greinin er gjørd í samstarv við Føroya Tele 23.06.2021

Hvat er ov nógv, hvat er ov lítið og undir hvørjum umstøðum, og hvørji tól eru best til ymisku aldursbólkarnar. Alt hetta og nógv aftrat ivast vit dagliga í, nú skíggjanýtsla er partur av gerandisdegnum hjá okkum øllum. Fyri eini tíð síðani spurdu vit, hvørjar spurningar tit hava til serfrøðingarnar um børn og skíggjanýtslu. Vit sendu innkomnu spurningarnar víðari til serfrøðingar í SSP og Føroya Tele, sum hava svarað spurningunum.

 

Hvussu brúka børn best skíggjan?
– Tað gera tey við at vita nágreiniliga nær og hvussu leingi tey mugu brúka skíggjan. Yngri børn (0-6 ár) hava ofta brúk fyri stytri tíð frammanfyri skíggjanum enn eldri (7+ ár), av tí at skíggin kann ávirka til dømis náttarsvøvnin á ymsan hátt. Tí hava børn brúk fyri foreldrum/verjum, ið duga væl at seta týðilig mørk og læra tey, hvussu tey skulu bera seg at á netinum, greiðir Óli Rubeksen, leiðari á SSP-ráðgevingini, frá.

Hvussu gomul skulu børnini vera, tá foreldur gevast við at seta avmarkingar á skíggjanýtslu hjá børnum?
Av tí at foreldur hava ábyrgdina av sínum børnum, til tey eru myndig, siga vit, at foreldur fyrst skulu gevast við at seta avmarkingar, tá børnini eru 18 ár. Nakrir filmar og nøkur spøl hava 18 ára aldursmark, sum GTA (Grand Theft Auto) og Call of Duty, og tí kunnu nøkur børn hava tørv á vegleiðing ella avmarkingar til tey spølini og filmar, ið hava høgt aldursmark, til tey eru vaksin, heldur Óli Rubeksen.

Hvørjar eru mest vanligu misskiljingarnar, foreldur hava, tá tað snýr seg um børn og skíggjar?
– Tað, at teirra barn, sum tað einasta, ikki kann finna upp á at gera nakað, sum tað ikki skal á netinum. Ein onnur vanlig misskiljing er eisini, at skíggjar og netið bert kunnu vera neilig og ávirka børn á ringan hátt og tískil ikki vera produktiv, sigur Óli Rubeksen.

Eg vil fegin hava, at børnini læra okkurt, tá tey brúka telefon/teldil/teldu. Hvar finni eg okkurt, ið er gott til at læra tey mál, bókstavir, lesing, uppgávur, rokning ella annað, ið er mennandi á ymiskar mátar fyri eitt smábarn undir skúlaaldur?
Óli Rubeksen greiðir frá, at nógv føroyskt tilfar til børn undir skúlaaldur er at finna á YouTube. Sum dømi kann nevnast Barnasangbók Føroya, Tatanka, Klovnurin BUBU og Barnasangir PunktumCom. Tatanka bjóðar millum annað livandi myndir, ið læra børn bókstavir, litir og tøl. Annars kann nevnast VIT á KVF, ið er ein barnakanal, sum veitur tíðindi og undirhald á barnastøði.

Tá børn brúka skíggjan til at hyggja at lærandi tilfari, kunnu tey tá sita við skíggja longri, enn tá tey hyggja at undirhaldi?
Sum heild ja, men við steðgum. Sjálvt um skíggin verður brúktur til at hyggja at lærandi tilfari, so er tað altíð týdningarmikið, at tey ikki hyggja eftir øllum út í eitt, men bert í millumbilum, so tey eisini fáa stegð frá skíggjanum, svarar Óli Rubeksen.

Vit hoyra nógv um børn, skíggjar ov avmarkingar. Men skíggjar eru partur av gerandisdegnum hjá okkum øllum - stórum sum smáum. Ávirkar skíggjanýtsla okkum veruliga so neiliga, ella skulu vit koma til sættis við, at soleiðis eru nútíðin, og tað mugu vit góðtaka ístaðin fyri at skamma foreldur, sum brúka skíggjar?
Tað er ein vanlig misskiljing, at skíggjar bert ávirka okkum neiliga. Kanningar á økinum vísa bæði fyrimunir og vansar við skíggjanýtslu, tí tað veldst um, hvørjar miðlar talan er um, hvussu børn brúka teir, hvussu gomul børnini eru samanborið við aldursmarkið á miðlunum og so framvegis. Sannleikin er jú tann, at skíggjar og netið eru komin fyri at verða og tí viðmæla vit, at í staðin fyri at royna at skera alt talgilt burtur, at man sum foreldur heldur lærir børnini, hvussu tey skulu bera seg at á besta og mest virðiliga hátt á netinum, sigur Óli Rubeksen.

Viðmælir serfrøðingurin ringiur ella telefon fyrstu skúlaárini?
– Eg haldi, at tað er gott at byrja við urinum. Telefonina gloyma børnini ofta eftir heima, tá tey fara út at spæla, ella liggur hon uttan streym onkra staðni, meðan urið altíð er á arminum. Urið skal tó eisini løðast, men tað kann gerast, tá barnið er farið í song, so er tað klárt til dagin eftir. Eisini tolir urið ofta meira av enn ein telefon, í fall mann skuldi mist tað ella gloymt tað eftir úti.
Ein onnur orsøk til, at ringi-urini eisini eru snild fyrstu skúlaárini er, at børnini ikki eru ikki so búgvin og klára ofta ikki at ansa eftir einari snildtelefon, sum tey flestu hava í dag. Við urinum avgerða foreldrini eisini, hvørji nummur barnið kann ringja til, sigur Lív Egilsdóttir Olsen, samskipari- og søluráðgevi hjá Føroya Tele.

Eg havi lovað dóttur míni, at hon skal fáa sína fyrstu snildtelefon, tá hon verður níggju. Men nú ivist eg í, um tað er ov tíðliga, og eg vil fegin útseta tað. Men hini børnini hava nú øll fingið telefon, nær er best at geva barninum fyrstu telefonina, og hvør telefon er góð tey fyrstu árini?
– Nær er best, er ringt at svara uppá. Akkurát í hasum aldrinum gerast tey leys av frítíðarskúlum og skulu tí klára seg sjálvi, um eingin er heima, tá tey eru liðug í skúlanum, og tí er snilt fyri báðar partar, at barnið hevur eina fartelefon. Tey flestu børnini í dag eru ógvuliga tilvitað um, hvørjar telefonir eru á marknaðinum, og tað er serliga iPhone'in, sum hevur áhuga. Snildtelefonirnar fáast tó frá millum annað Apple, Samsung, Nokia, OnePlus og so framvegis og fáast í øllum príslegum.
Tað er óivað eitt sindur individuelt, hvørja telefon barnið skal hava, alt eftir um barnið dugir at ansa eftir ella ikki. Tað loysir seg ikki at keypa dýra telefon, um barnið brýtir ella missur hana burtur í heilum. Líkamikið hvat merki man keypir, kunnu foreldini leggja foreldrastýring á, um teirra telefon er sama merki, sum tann hjá barninum. Hetta merkir, at foreldrini kunnu stýra, hvat børnini kunnu gera við telefonini, sum til dømis hvørjar appir tey taka niður, og hvussu nógva tíð tey kunnu brúka telefonina hvønn dag, greiðir Lív Egilsdóttir Olsen frá.
Óli Rubeksen heldur eisini, at tað er vanligt, at foreldur kenna seg noydd at geva børnunum snildtelefon, tá øll hini børnini hava fingið telefon, tí man vil ikki, at barnið upplivur ikki at vera partur av felagsskapinum.
–Tí plaga vit í SSP eisini altíð at tosa um týdningin av foreldrasamstarvi, har foreldur tosa saman og verða samd um, nær tey vilja geva børnunum eina snildtelefon. Tað kann man gera við til dømis at biðja um ein felags foreldrafund ella bert at skriva saman á einari felagssíðu á Facebook. Har er einki ávíst aldursmark fyri, nær børn kunnu fáa sær eina snildtelefon og tí er tað best, at foreldur finna eitt felags sjónarmið, sigur hann.

Sonur mín, sum er 7 ár, dámar væl Playstation, hann spælir nógv Minecraft og Supermario. Eg haldi sjálv, at tað er millum frægastu spølini. Men eru nøkur spøl meir vanaelvandi enn onnur? Hvørji skal mann halda seg frá? 
– Tað veldst nokk mest um tað einstaka barnið, tí sum vit vita, so eru øll børn ymisk. Tó passar tað, at nøkur spøl eru meira kend fyri at vera vanaelvandi enn onnur. Fortnite kann vera eitt dømi, tí tað er eitt sera fjøllbroytt spæl við nógvum møguleikum, og sum altíð er undir menning. Tú kanst velja millum nógvar ymiskar avatarar (meira kent sum Skins), og so kanst tú velja, um tú vilt spæla einsamallur ella saman við vinfólkum. So er tað spælið Among Us, sum nógv foreldur komu at kenna áðrenn jól, tí tað bleiv tað mest kenda spælið millum børn í øllum aldri í Føroyum. Tó verður spælið brúkt minni og minni aftur. Tað er ringt at siga, hvørji spøl man skal halda seg frá, tí tað veldst um, hvussu tú brúkar tey, sigur Óli Rubeksen og greiðir framhaldandi frá, at flestu spølini eru óskaðilig í sær sjálvum, men nógv hava eina kjatt funktión og tað er ofta her, at ting kunnu ganga galið.
–Tað er lættari at tosa og skriva neiliga til onnur á netinum og tað er tí, at vit altíð mæla til, at foreldur læra og vegleiða børnini um góðan fólkaskikk á netinum og at børn bert spæla spøl, ið eru aldurssvarandi. Tað er jú ein orsøk til, at spøl hava eitt aldursmark, sigur hann.

Hvussu læra vit børn góðan fólkaskikk á netinum, og hvussu basa vit happing á netinum?
– Hetta er ein sera týdningarmikil og tíverri eisini torførur spurningur at svara uppá. Tað fyrsta stigið er, at man sum vaksin ikki peikar eftir tí einstaka barninum, tá tað snýr seg um happing, men hyggur eftir heildini. Kanningar vísa, at orsøkin til happing kemur frá einum ávísum felagsskapi, ið er undir trýsti. Tá hetta hendir, kunnu nøkur børn uppliva ein ótta fyri at verða útihýst frá felagsskapinum, og ein máti at minka hendan óttan kann verða at happa onnur, sum ein máti at royna at sleppa inn í ein felagsskap aftur. Hetta kann til dømis vera tann felagsskapurin barnið var partur av áðrenn ella ein nýggjur felagsskapur, har tað børnini eru felags um, er at happa onnur, greiðir Óli Rubeksen frá.
– Nakað, sum vit vita kann hjálpa við at basa happing er, at vit vaksnu hjálpa børnunum at verða partur av fleiri ymiskum felagsskapum. Til dømis at melda tey til onkran ítrótt, skótar, tónleik og so framvegis, tí um tey eru partur av meira enn einum felagsskapi, hava tey ein annan felagsskap at fara til, um tann eini felagsskapurin kemur undir trýst. Sum foreldur og fakfólk hava vit øll eina ábyrgd av at læra okkara børn góðan fólkaskikk á netinum hvønn dag. Til dømis í skúlanum, har flokslærarin spyr næmingarnar, hvussu tað gongur við teirra Snapchat bólki. tey møguliga hava saman og heima, har foreldur spyrja barnið, hvussu tað gongur á netinum og læra tað, hvat tað vil siga at tosa/skriva pent við onnur á netinum.

Hvørjar avmarkingar kunnu foreldur seta á telefonina, tá børnini fáa fyrstu snildtelefonina?
Soleiðis fært tú atgongd til foreldrastýring á Apple tólum:

  • Leita stillingar upp
  • Trýst á títt Apple ID ovast í Stillingar
  • Finn Familjudeiling
  • Trýst á Stilla familju
  • Trýst á Legg aftrat familjulim
  • Um barnið er undir 13 ár, skalt tú trýsta stovna konto til títt barn
  • Vátta gjaldskort
  • Skriva upplýsingar um barnið - her er umráðandi, at tú upplýsir rættan føðingardag, tí tað er hetta, sum avger, hvørjar tænastur eru tøkar til barnið
  • Stovna eina teldupost addressu til kontuna hjá barninum

Tá tú hevur gjørt hetta, hevur tú atgongd til at stýra:

  • Skíggjatíð: Nær børnini kunnu brúka telefonina og hvussu leingi
  • Tilfar: Blokera óhóskandi tilfar og forða fyri at tey finna óhóskandi tilfar á leitifunktiónum
  • Appir og spøl: Tíðaravmarka og avgera, hvørjar appir kunnu brúkast, og hvørjar kunnu takast niður, góðkenna keyp og annað
  • Staðseting: Her kanst tú altíð síggja, hvar telefonin hjá barninum er
  • Samskifti: Her kanst tú stýra, hvønn barnið samskiftir við gjøgnum telefonina
  • Myndir: Tú kanst avgera, um barnið kann luta myndir, sum verða tiknar við telefonini
  • Finna telefonina: Tú kanst eisini finna eina burturmista telefon og spæla eitt ljóð, um telefonin er burtur