Brimheim er ikki til at steðga
Tíðindi
Brimheim er ikki til at steðga
– Eg havi droymt um at fáa slíka almenna viðurkenning, sum eg nú havi fingið. Tað er ein stórur sigur, sigur Helena Heinesen Rebensdorff
Eftir: Anniku Kunoy Im 23.09.2021

Helena Heinesen Rebensdorff við listafólkanavinum Brimheim hevur verið nógv umrødd í donskum og í føroyskum miðlum seinasta góða árið. Ferð eftir ferð hevur hon bergtikið áhoyrarar og ummælarar við einastandandi útgávum og framførslum - tað nýggjasta er konsertin fríggjakvøldið á SPOT Festivalinum, sum fekk ómetaliga góð ummæli frá millum annað Soundvenue og Gaffa.

Í dag letur Brimheim úr hondum nýggjasta staklagið ‘Poison Fizzing On a Tongue’, sum er við á fyrstu útgávu hennara ‘Cant Hate Myself Into a Different Shape’, sum kemur út í januar.

– Sangurin er ein uppspunnin frásøgn um at vera fangað í einum klaustrofobiskum rúmi við einum eitrandi menniskja. Beinleiðis skilt, sum at vera í parlagi við ein narsissisti ella psykopati. Frásøgnin kann eisini vera metaforisk, har høvuðspersónurin í tekstinum er fedraveldið, sum har vísir á, hvussu internaliseraður kynjamismunur og kvinnuhatur fer fram í okkum øllum. Á tann hátt snýr sangurin seg eisini um allar teir innaru bardagarnar, eg sjálv havi bart fyri at sleppa av við handan hugsanarháttin, sigur Helena Heinesen Rebensdorff.

– Tað er upp til lurtaran at tulka tekst og myndaburð, sum eg nýti - tað er við vilja, at okkurt av tí er rættiliga óítøkiligt, tí tá alt kemur til alt, hevur mín ætlan minni at siga. Eg vóni, at lurtarin kennir seg tiknan við í huglagi, samljóði, tekstasambandi, útinning og orðum, og at alt samanlagt leggur lunnar undir eina listarliga uppliving, so lurtarin ger sær sínar egnu innaru myndir og sína egnu ferð, leggur hon aftrat.

Tað er Heiðrikur á Heygum, sum hevur leikstjórnað sjónlagið við íblástri úr fólkaævintýri, frumsniðum, myndamáli úr tarotkortum og við hugflogi. Stórur partur av sjónlagnum er tikið upp á Sornfelli.

– Vit fóru ‘all-in’ við svøri og brynju, og eg spæli ein Jean d’Arc líknandi leiklut í einum dreymalíkum sekvensi við gátuførum hendingum, sum eru mettaðar við myndamáli. Eg eri uppvaksin við ‘Lord of the Rings’ og fantasy-rákinum í 00’unum, og eg havi altíð elskað og dyrkað handan heimin, og tá Heiðrikur legði hugskotið fram, var eg ómetaliga hugtikin, og eg varð áhugað í at vita, hvat hann fór at gera við sangin visuelt. Eg vil eisini fegin vera við til at veita ein pall til ein av teimum ótrúliga gávuríku listafólkunum, sum eru í Føroyum - nakað, sum eg eisini haldi ofta fer framvið í Danmark, sigur hon eisini.

Fríggjakvøldið hevði Helena Heinesen Rebensdorff eina konsert á SPOT festivalinum, sum fekk ómetaliga góð ummæli, sum hon fegnast um, men sum eisini longu hava latið fleiri dyr upp fyri viðurkenda sangaran og tónleikaran.

– Eg hevði eina fantastiska kenslu, meðan eg spældi konsertina. Tað vóru fleiri ting, sum gingu upp í eina hægri eind. Millum annað høvdu tveir av tónleikarunum í bólkinum hjá mær - Benedicte og Lola úr ‘Baby in Vain’ - júst spælt á størsta pallinum á SPOT Festivalinum, so tær vóru glóðheitar. Tað var eisini ein framúrskarandi orka millum áhoyrararnar, so eg fekk simpulten so nógv aftur tann vegin, og tað er altíð ein ynskistøða, tá konsertin verður ein samskapandi uppliving millum tónleikara og áhoyrarar. Í summar hava vit spælt nógv saman sum bólkur á fleiri festivalum og ymsastaðni í Danmark, tað hevur gjørt, at vit spæla væl saman og kenna okkum trygg saman. Men okkum dámar eisini at vera saman sum mennikju, og tað er við til at gera tað lætt, tá vit eru á palli.

Brimheim fekk heili seks út av seks stjørnum frá Soundvenue og fimm út av seks frá Gaffa eftir hesa somu konsertina. Og tá hon verður spurd, hvussu stórt tað í veruleikanum er, sigur hon, at tað kann tykjast tilvildarligt, at meiningin hjá tveimum menniskjum um eina konsert kann hava so stóran týdning, men at fólk hóast alt lurta eftir ummælarum fyri at finna útav, um tey vilja brúka tíð uppá eina ávísa listarliga framleiðslu.

– Tí kunnu góð ummæli fáa stóra ávirkan á áhugan fyri mær og mínum tónleiki bæði millum fólk og mentanarbrúkarar, í miðlunum og millum tey í tónleikavinnuni, ið loyva tónleikinum gjøgnum nálareygað.

– Eg verði sjálvsagt glað og stolt, tá eg fái so góð ummæli. Tað mesta av mínum lívi havi eg arbeitt fyri at gerast ein góður tónleikari og framførari. Eg havi droymt um at fáa slíka almenna viðurkenning, sum eg nú havi fingið. Tað er ein stórur sigur. Eg eri ómetaliga stolt av tí, eg havi fingið av skafti tað seinasta árið, sigur Brimheim, sum longu mánadagin kendi positivu avleiðingarnar av ummælunum.

– Mánadagin bókaðu umboðsfólk, ið eisini vóru á konsertini, meg til fýra eyka konsertir á míni konsertferð, sum eg skal á í Danmark í vár. Og faktiskt er samsýningin eisini hækkað til tær konsertirnar. Umframt tað er tónleikurin hjá mær eisini spældur í týskum útvarpi og umrøddur á viðurkendum týskum tónleikabloggi. Eg merki veruliga, at her er ein rørsla í gongd, og tað eru ikki útlit fyri, at hon steðgar í bræði.

Spurd, nær hon kemur til Føroya at hava konsertir, sigur Helena Brimheim Rebensdorff, at ætlanin var, at hon skuldi spæla á G! Festivalinum í summar.

– Eg var simpulten so skuffað, tá festivalurin varð avlýstur. Eg havi ongar framførslur í Føroyum í kalendaranum enn, men eg ímyndi mær, at tað hevði givið meinig í vár. Um ikki annað, so krossi eg fingrar fyri, at eg verði bókað til at spæla á G! næsta ár.

Síggj nýggja sjónbandið 'Poison Fizzing On a Tongue' niðanfyri.