Væntandi verða enn fleiri børn fødd í 2025 - longu fyrstu fýra mánaðirnir verða væntandi 200 børn fødd.
Burðatalið er lækkað nógv seinastu árini. Í 2023 fór føðitíttleikin fyri fyrstu ferð niðurum 2 børn fyri hvørja kvinnu í barnsburðaraldri. Í mong ár hevur føðitíttleikin í Føroyum verið serstakliga høgur samanborið við onnur lond, men líkist nú meira føðitíttleikanum í øðrum evropeiskum londum.
– Vit eiga at fegnast um hesa gongd, og samstundis framhaldandi gera neyðug átøk fyri, at vøksturin heldur fram. Tað er ikki bert ábyrgd hjá tí einstaka, men eisini ein felags ábyrgd hjá samfelagnum at skapa góðar karmar fyri lívið og framtíðina, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum.