Dania O. Tausen við nýggjari útgávu
Tíðindi
Dania O. Tausen við nýggjari útgávu
Vit kenna Daniu O. Tausen frá Skál, SWAY, Æðrasoppum, Reality Bytes, sum yrkjara og sum útvarpsvertinnu í Kringvarpinum. Í 2021 útgav Dania sína fyrstu plátu, gonguteigatúnatos, og plátan fekk góða umtalu. Nú er Dania aftur aktuel við nýggjari útgávu "ja/nei – og restin av vikuni”, og hon hevur í hesum sambandi stóra útgávu konsert í Norðurlandahúsinum í kvøld. Vit hava sett Daniu stevnu og fregnast um nýggju útgávuna.
Eftir: Kvinnu 15.09.2023
Hvussu vilt tú lýsa nýggju plátuna "ja/nei – og restin av vikuni”?
Eg vildi sagt, at hon er fjølbroytt í stíli, avbjóðandi, erlig, men samstundis løtt, spælandi og eksperimenterandi. Hon er ávirkað av føroyskum viðurskiftum og humori, og vil sum heild út við boðskapinum, at vit síggja umheimin alt eftir, hvussu vit hava tað innaní.


Hvaðani kemur íblásturin til plátuna?
Íblásturin kemur frá øllum sum rør seg í føroyska samfelagnum í løtuni, men eisini frá, hvat hevur gingið fyri seg innan í mær tey seinastu 2 árini. Smáar opinberingar og eygleiðingar, lærdómar og tankameldrar, sum eg havi sett í ein samanhang og skrivað lag til. Sangirnir eru eisini nógv ávirkaðir av lítla heimastudionum hjá Benjamin Djurhuus í Syðrugøtu, har hann, Ragnar Finsson og eg hava sitið og skrivað flestu løgini saman. Tónleikaliga er plátan rættiliga gittarbaserað (tí teir báðir spæla fyrst og fremst gittar) og kórbaserað (tí eg elski at gera kórútsetingar og at syngja kór), men afturat tí so fer plátan í allar ættir, líka sum eg sum persónur leiti mær í allar sjangrur, tá eg lurti eftir tónleiki. Har burdi verið eitt sindur til øll. Popp, rokk, jazz, country/folk...

Hví hevur tú valt at býta plátuna upp í eina “ja “ og eina “nei” síðu?
Tá eg hugdi eftir løgunum, sum vit høvdu skrivað, sá eg ein samanhang, og tað var hesin: teir sangirnir, sum hava jaliga tankagongd og síggja tað positiva í tí dagliga. Og so teir meira neiligu, sum óttast og vilja goyma seg burtur. Tá fór eg at hugsa... hatta er faktiskt eitt nokkso komplekst evni, um man veruliga hugsar um tað. Summi hugsa nærum aldrin nakað neiligt, onnur mugu fáa hjálp fyri at hugsa meira jaligt. Tað kann taka lívið frá okkum, um vit fara ov langt inn í teir neiligu tankarnar, men tað kann eisini gera okkum til grunnar persónar, um vit ongantíð síggja teir myrkaru tankarnar í eyguni. Vit hava øll 1000 val hvønn dag, sum vit skulu taka, har svarið er nei ella ja, og alt okkara lív broytist spakuliga fyri hvørja avgerð, vit taka. So har frá kom heitið "ja/nei – og restin av vikuni" og hugskotið at deila síðuna upp í ja og nei síðu, var nokkso upplagt, eftirsum at ein pláta longu hevur ein “a” og eina “b” síðu.
Tað kann taka lívið frá okkum, um vit fara ov langt inn í teir neiligu tankarnar, men tað kann eisini gera okkum til grunnar persónar, um vit ongantíð síggja teir myrkaru tankarnar í eyguni.
“Nei” síðan verður útgivin talgilt saman við einum tónleikastuttfilmi, kanst tú siga eitt sindur um hetta?
Tá eg skrivi sangtekstir, síggi eg altíð klárar myndir fyri mær. Mær dámar væl at taka myndir og fleiri av sangunum, sum eg havi skrivað, eru eisini inspireraðar av myndum, eg sjálv havi tikið. Tað sær mann eisini í sjálvari LP plátuni, um mann keypir hana. Har sær mann fleiri myndir, tekningar, sangtekstirnar og søgurnar aftanfyri sangirnar. Men ein annar dreymur hjá mær hevur leingi verið at gera ein stuttfilm. Eg havi gjørt nøkur videoløg eftir hondini, og eg haldi tað vera so stuttligt og gevandi at leikstjórna og síggja sjálva myndina, sum eg sá fyri mær í høvdinum, tá eg skrivaði sangin. Hesin stuttfilmurin er so tað, mann kallar ein tónleikastuttfilmur ella albumstuttfilmur, sum fevnir um alla plátuna (við brotum úr hvørjum sangi á plátuni) og einari gjøgnumgangandi søgu/narrativi, sum fylgir tær allan vegin frá 1. til 13. sang. Eg eri enn í ferð við at klippa hann, hann verður nokk umleið 20 minuttir. Eg ynskti tó, at LP plátan og fløgan skuldu vera serligar, tá tær komu út, so eg vildi ikki, at allir sangirnir skuldu vera komnir út talgilt, tá plátan bleiv sett til sølu. Tí avgjørdi eg, at tá restin av nei-síðuni kemur út talgilt, tá kemur stuttfilmurin eisini út, og so kann tað alt liva saman í eini hægri eind í allar ævir. 

Tú fæst við nógv ymiskt kreativt, hvat er tað næsta, vit kunnu vænta frá tær?
Uha, nú tá hendan plátan er komin út, fari eg at ferðast nokkso nógv bæði við hesari plátuni á konsertferð í Italia, Hollandi, Týsklandi og Danmark, og so skal eg eisini til Danmarkar við Skál (tað livir enn!) og so verður eisini nakað av ferðing við Aggrasoppum, so næsta hálva/heila árið, verður tað mest ferðing og framføring. So fáa vit at síggja, hvat hendir... Eg havi eina leysa ætlan um at taka skaldsøguna upp aftur, sum eg skrivaði sum mína bachelor uppgávu á Ritlist, men sum eg aldrin arbeiddi víðari við aftaná, at eg fekk prógvið...



Viðkomandi greinar