Doris fekk Kærleikskúluna: Hetta er ein heiður
Tíðindi
Doris fekk Kærleikskúluna: Hetta er ein heiður
– Arbeiðið við fólki, sum bera brek ella hava avbjóðingar hevur fylt alt mítt arbeiðslív, sigur 78 ára gamla Doris Hansen, sum í dag fekk handað Kærleikskúluna frá Dugna fyri arbeiðið hon hevur gjørt innan serøkið.
Eftir: Anniku Kunoy Im 26.11.2021

Á hvørjum ári gevur Dugni út Kærleikskúluna, ið er sniðgivin av einum av okkara mætu listafólkum. Í hesum sambandi verður fyrsta Kærleikskúlan handað einari virðiligari fyrimynd innan vælgerandi endamál.

Í ár var tað 78 ára gamla Doris Hansen úr Øravík búsitandi í Hoyvík, sum fekk fyrstu Kærleikskúluna handaða. Doris Hansen er útbúgvin lærari og tali-, lesi- og hoyrilærari, og hon hevur í mong ár virkað og arbeitt innan brekøkið. Eitt áramál var hon eisini forkvinna í MBF - sum í dag eitur MEGD.

– Hetta er ein stórur heiður, og eg eri ómetaliga glað fyri at fáa Kærleikskúluna. Eg eigi allar kúlurnar, og nú fái eg so hesa, sigur hon fegin. 
(Greinin heldur fram eftir myndina)

– Arbeiðið við fólki, sum bera brek ella hava avbjóðingar hevur fylt alt mítt arbeiðslív. Tað byrjaði, tá eg sum ung las til lærara við sergrein innan serøkið. Tá eg skrivaði serritgerð, vitjaði eg ymsu stovnarnar í Danmark, har føroyingar, sum bóru brek, búðu. Tey vórðu tá vorðin donsk, men vildu fegin frætta um Føroyar, tá tey hittu meg. Tað hevði sterka ávikan á meg. Eg havi eisini arbeitt á serskúlum og við serøkinum á stovnum í Tórshavnar kommunu, og somuleiðis havi eg verið virkin í MBF.  Tað hevur verið bæði spennandi og avbjóðandi.

Doris Hansen greiðir frá, at vit í Føroyum hava flutt okkum - lukkutíð. Hon minnist stóru avbjóðingina, sum fylgdi við, tá allir føroyingarnir, ið bóru brek, sum búðu í Danmark skuldu flyta heim aftur, og tað rumblið, ið stóðst av tí.

– Fleiri óttaðust hetta, at fólk við menningartarni skuldu búgva millum okkum onnur. Tað var torført og svárt hjá teimum avvarandi at leggja rygg til og forklára fyri myndugleikum og almenninginum. Í dag møta vit fólki, sum bera brek ella hava avbjóðingar alla staðni, og vit umgangast tey, júst sum onnur. Tað gjørdu vit ikki, tá tey ikki vóru her.

Hon heldur, at hóast vit hava flutt okkum sum samfelag, er umráðandi, at vit minnast til at møta øllum menniskjum á jøvnum fóti.

–Tað kann verða trupult, tí vit síggja ofta bert tað, sum skilir okkum at, men tey eru menniskju, júst sum vit onnur. Kunnu vit rætta eina hond, verður tað lættari hjá teimum, okkum og øðrum, sum eru um tey.

– Tað er so umráðandi, at tey fáa møguleikan til at ganga í skúla og fáa arbeiði, sum kann geva nakað í gerandisdegnum. Og hóast summi hava likamligar ella sálarligar avbjóðingar, sum gera, at tey ikki fáa arbeitt, verður tilveran lættari, tá tey verða sædd, hoyrd og vird.

– Vit mugu minnast til, at tað eru sera ymiskar orsøkir til, at summi ikki fáa verið virkin. Best hevði verið, um vit tóku ímóti fólki, sum tey eru, sigur hon.

Í 1997 fekk Doris Hansen virðislønina fyri yrkisbókmentir fyri bókina ‘Søgan um hini’, sum er søgan hjá teimum, ið bóru brek í Føroyum stutt fyri aldarmóti og til 1981. Bókin, sum lýsir liviumstøður og avbjóðingar hjá fólki við breki og skerdum førleikum, hevur kravt drúgt kanningararbeiðið.

Jórun Gardar, forkvinna í stýrinum fyri Dugna, sigur, at arbeiðið, sum Doris Hansen hevur gjørt fevnir breitt, og at hon eisini hevur arbeitt fyri málbókin hjá Dugna við at betra um umstøður og livikor hjá fólki við skerdum førleikum, sum hava avbjóðingar í gerandisdegnum.

– Hon hevur verið við til at slóðað fyri nýtímas hugsanarhátti og breiðari fatan av fólki við skerdum førleikum. Hon hevur varpað ljós á, at vit øll liva undir ymiskum korum. Tað er ein samfelagssligur dýrgripur, sigur Jórun Gardar.

Kærleikskúlan er ein munnblást jólaprýðis glaskúla. Kærleikskúlan 2021 er sniðgjørd av listakvinnuni Jónu Rasmussen.