Trívist tú væl í einum kreativum umhvørvi og á einum arbeiðsplássi, har eingin dagur er eins, har hugskot gerast til veruleika og ferðin er høg? Ert tú ágrýtin, finnur tú loysnir og tekur ábyrgd? So er tað kanska tær, vit leita eftir.
Hevur tú dirvi til at taka ábyrgd, ert tú fyrikomandi og jalig/ur av lyndi? So ert tú kanska okkara næsti starvsfelagi. Kvinna leitar eftir einum ágrýtnum og dugnaligum lýsingafólki til at samskipa og selja lýsingar til allar okkara pallar. Einari/um, sum heldur sølu vera áhugaverda og avbjóðandi. Einari/um, sum brennir fyri at skpa úrslit og geva eitt jaligt íkast til toymið.
UM STARVIÐ
Sum lýsingaráðgevi á Kvinnu verður tú partur av redaktiónini á Kvinnu og á samskiftisfyritøkuni TAÐ. Tú arbeiðir í tøttum samstarvi við sniðgeva, journalisti og blaðstjóra. Tú ráðgevur og selur lýsingar til kundar. Tað eru lýsingar til blaðið, heimasíðuna, sosialar miðlar og poddvarp. Eisini ert tú við til at menna nýggj hugskot, lýsingarmøguleikar og marknaðarføring. Umframt tað, fert tú at arbeiða við tiltøkum so sum Kvinnurenningini og møguliga smáum tekstuppgávum.
TÚ…
Hevur sans fyri sølu og brennir fyri at avrika væl
Tekur ábyrgd og kanst arbeiða sjálvstøðugt
Dugir væl at orða teg í talu og skrift
Dámar væl at samskifta við kundar og veita eina góða tænastu
Arbeiðir væl og effektivt í einum umhvørvi, har ferðin ofta er høg
Ert nýhugsandi og dámar væl at arbeiða kreativt
Hevur koyrikort
Arbeiðir skipað, heldur tíðarfreistir og handlar skjótt
Fylgir við rákum á sosialum miðlum
Hevur eitt jaligt lyndi og góðan kappingaranda
VIT BJÓÐA TÆR
Eitt spennandi, mennandi og avbjóðandi starv í einum kreativum og óhátíðarligum umhvørvi, har tað ofta gongur skjótt, og nógvir bóltar eru í luftini samstundis. Tú fært ávirkan á tað, sum kemur í Kvinnu, og vit vænta og vóna, at tú vilt koma við tínum íkasti til, at Kvinna framhaldandi kann vera viðkomandi, áhugaverd og spennandi hjá okkara lýsarum og lesarum.
UMSÓKNARFREIST
Um tú heldur starvið ljóðar áhugavert, so send okkum eina umsókn í seinasta lagi 24. august kl. 10.00
Umsóknin og viðkomandi skjøl skulu sendast til: kvinna@kvinna.fo
LØN OG SETANARTREYTIR
Talan er um eitt fast starv millum 25-30 tímar um vikuna. Starvsstaðurin er í miðbýnnum í Havn. Starvið verður sett skjótast gjørligt og lønt sambært avtalu.
Hevur tú spurningar, kanst tú ringja ella senda ein teldupost til Tóru Effersøe Mortensen, stjóra, á 230700 ella tora@kvinna.fo