Duga vit at kjakast virðiliga á netinum?
Tíðindi
Duga vit at kjakast virðiliga á netinum?
Herfyri fekk løgtingskvinna óteljandi persónligar, niðrandi og ljótar viðmerkingar undir tíðindastubba, har hon varð siterað fyri at siga, at hon vildi banna bensin og dieselbilum.
Eftir: Anniku Kunoy Im 14.02.2023

Herfyri fekk løgtingskvinna óteljandi persónligar, niðrandi og ljótar viðmerkingar undir tíðindastubba, har hon varð siterað fyri at siga, at hon vildi banna bensin og dieselbilum.

– Hvat skal eitt gentubarn fortelja um lívið?

– Tá ið man velur gentubørn á ting.

–  Hvat er galið við henni, er hon sjúk?

– Handan má fáast burt haðani.

Soleiðis ljóðaðu viðmerkingarnar millum annað undir grein, sum tíðindaportalurin in.fo legði út á Facebook 2. februar í ár við yvirskriftini “Banna bensin- og dieselbilum í 2025”. Fleiri av ivasomu viðmerkingunum fingu stuðlandi likes frá øðrum, sum soleiðis tóku undir við útsøgnunum.

Í greinini verður løgtingskvinnan fyri Tjóðveldi, Hervør Pálsdóttir, siterað fyri at siga, at onkur av átøkunum í veðurlagspolitikkinum, sum Løgtingið hevur samtykt, kunnu framskundast.

Eitt av teimum er bann fyri at selja bensinbilar, dielsenbilar og hybridbilar. Løgtingskvinnan segði, at hetta bannið kundi gott komið í gildi longu í 2025.

Leygarkvøldið vann føroyski Rani Petersen, við listanavninum Reiley, danska Melodi Grand Prixið. Samanumtikið var tónin á viðmerkingunum undir donsku greinunum um Melodi Grand Prixið og unga, føroyska vinnaran als einki frægari enn frammanundan nevnda dømi. Men hví verður orðavalið í viðverkingunum á netinum ofta ógvusligt?

SoMe dagligur liður í samskiftinum
Sosialu miðlarnir eru nú ein integreraður liður í dagliga samskiftinum og dagføringunum hjá flestu okkara. Í januar í fjør vóru 34,900 brúkarar á Facebook og 25,400 brúkarar á Instagram úr Føroyum. Vit brúka sosialu miðlarnar nógv í gerandisdegnum, men teir kunnu sanniliga eisini misbrúkast. Nógv verður viðmerkt og kjakað undir myndum, greinum og uppsløgum.


Hendan greinin um løgtingskvinnuna, Hervør Pálsdóttir, setti veruliga eld á hjá stríðsfólk handan knappaborðini, og viðmerkingarnar undir greinini gjørdust skjótt persónliga og niðrandi – nógvar snúðu seg um aldur og kyn hjá løgtingskvinnuni.



Í viðmerkingunum undir greinini á in.fo vóru eisini summi, ið talaðu at niðrandi viðmerkingunum, nevniliga tí tær blivu ógvusligar og persónligar.

Hervør viðmerkingar2

Atburður á netinum
 Í fjør summar gjørdi Kvinna longri tema um sosialar miðlar og harvið eisini fleiri greinar um atburð ella fólkaskikk á netinum. Tá segði Bjarni Arge, miðlafrøðingur, millum annað í samrøðu, at tað er munur á, hvussu ung og tilkomin samskifta bæði í talu, men eisini á netinum. Tey ungu hava ofta kensluliga partin av samskiftinum við, og tey brúka meir av emoticons fyri at lýsa tónan á tí, tey skriva. Tann parturin er ikki altíð við á sama hátt hjá teimum tilkomnu, og tað ger eisini, at tað kunnu koma misskiljingar, tá samskift verður digitalt millum ættarliðini.

– Tá tað er sagt, eru tað sjálvsagt fólk, sum ikki duga fólkaskikk ella ikki hava skilt, hvussu sosialu miðlarnir eru samansettir. Á Facebook eru til dømis almennir føroyskir bólkar við fleiri túsund limum, og tá tú luttekur og ert virkin í einum slíkum bólki, røkkur tað, tú sigur, ógvuliga langt, sigur hann.


Vaksin fólk hava ábyrgd av at vera fyrimyndir fyri børn og ung. Sosialir miðlar eru einki undantak. Ofta verður kjakað um børn, ung og ov nógva skíggjanýtslu, men í veruleikanum eiga vit at viðgera hesi evnini tíðliga og nógv, heldur Bjarni Arge.

– Eg haldi, at vit skulu skulu byrja at viðgera og tosa um sosialar miðlar tíðliga í fólkaskúlanum. Børn eru á sosialu miðlunum – ofta eisini hóast tey ikki hava aldur til tað – og tí mugu tey lærast og leiðast. Í dag er eingin skipað læring um slíkt, hóast tað fyllir nógv hjá bæði børnum og vaksnum, sigur hann.

Tað eru kortini fleiri fyrimunir við samskiftinum á sosialu miðlunum. Ein fyrimunur er sjálvsagt, at vit øll hava eina sterkari rødd og kunnu geva egnu meining til kennar á egnum vanga. 

– Tað eru til dømis mong dømi um, at einstaklingar skriva uppsløg um órættvísi í samfelagnum ella í valferðarskipanini, sum tey hava upplivað, og at stóru miðlarnir síðani taka tað upp til viðgerðar. Tá tað hendir, mugu myndugleikarnir eisini reagera. Tað merkir, at øll hava fingið eina sterkari rødd, og tað styrkir fólkaræðið, heldur hann. 

Kvinna hevur sett seg í samband við Hervør Pálsdóttir, men hon vil ikki gera viðmerkingar til hetta konkreta málið.




Viðkomandi greinar