– Eg havi ein boðskap, eg vil út við
Tíðindi
– Eg havi ein boðskap, eg vil út við
Eg havi ein boðskap, sum eg vil út við gjøgnum tónleikin og sangskrivingina. Eg vil koma út við til menniskju við hesum boðskapinum, sigur X Factor luttakarin, Tina Mellemgaard
Eftir: Anniku Kunoy Im / Mynd: Privat 20.01.2022

Dómararnir vóru tiknir á bóli, tá 18 ára gamla Hoyvíksdaman, Tina Mellemgaard, fríggjakvøldið 7. januar var til upptøkuroynd í X Factor á danska TV2 og framførdi eina akustiska útgávu av lagnum Runnin’ hjá Beyoncé.

– Til upptøkuroyndina valdi eg at spæla mína egnu útgávu av sanginum ‘Runnin’ hjá Beyoncé. Mær dámar væl tekstin. Onkursvegna lýsir hann eitt sindur meg í hesi kappingini, tí nú renni eg ikki frá mær sjálvari, og dreyminum eg havi um at fylgja tónleikinum meir. Eg havi altíð droymt um at gera tónleik, so X Factor virkaði bara sum ein góður møguleiki til at røkka fleiri fólki, sigur Tina Mellemgaard við Kvinnu.

Sum vit allar óivað vita, var tað eitt einmælt dómarapanel, sum við rósandi orðum sendi eina róliga Tinu víðari í kappingini, sum er eitt sindur øðrvísi skipað í ár í mun til undanfarin ár. Í hesi sesongini fingu dómararnir ikki tillutað eina kategori, men teir skulu velja ein luttakara úr hvørjari kategori, sum teir umboða í beinleiðis sendingunum. Tina Mellemgaard er í kategoriini solistar undir 23 ár, og dómarin Kwamie Liv fekk hana undir veingirnar.

– Tá eg fekk tað at vita, at eg skuldi á liðið hjá Kwamie Liv, varð eg mega glað, tí hon er so fitt. Hon var eisini ógvuliga imponerað til upptøkuroyndina hjá mær, sigur Tina Mellemgaard.

Tá X Factor fríggjakvøldið kl. 20:30 verður víst í Kringvarpinum, byrjar sokallaða stólaspælið '6 Chair Challenge', har luttakarar hjá dómarinum, Martin Jensen, kappast um stólarnar. Vikuna eftir er sama kapping millum luttakarar hjá Thomas Blachman, og um tríggjar vikur verður Tina aftur at síggja á skíggjanum, tá luttakarar hjá Kwamie Liv kappast um stólarnar.

Vil liva av tónleiki
Tina Mellemgaard greiðir frá, at hon hevur sungið og spælt tónleik alt lívið, og at hon hevur stórar tónleika- vónir og dreymar.

– Bæði mamma og babba fáast við tónleik (Henrik og Anna Sofía Mellemgaard, red.). Mamma syngur saman við systrunum hjá sær, og babba skrivar eisini nógv, so tí hevur tónleikurin natúrliga fylt nógv í lívinum hjá mær. Eg havi framført sangir, sum babba hevur skrivað, síðani eg havi verið heilt lítil, og eg havi altíð spælt upp á klaverið, sum vit eiga heima. Í dag spæli eg ymisk ljóðføri, og tað er eisini lætt hjá mær at læra nýggj ljóðføri, sigur Tina, sum til upptøkuroyndina hevði guitarin við.

Tina viðurkennir, at X Factor er ein góður møgleiki at skapa eitt grundarlag fyri at kunna liva at tónleikinum, tí undirhaldssendingin er so stór.

– Tað eru nógv, sum hyggja at X Factor, og tú lærir eisini nógv við at vera við, líkamikið, um tú kemur langt í kappingini ella ikki, sigur Tina, sum droymir um at liva av tónleikinum eftir X Factor.

– Eg havi ein boðskap, sum eg vil út við gjøgnum tónleikin og sangskrivingina. Eg vil koma út við til menniskju við hesum boðskapinum, sigur hon.

Kári Fossdalsá av Toftum er eisini við í X Factor í ár, og tí hava føroyingar enn eina ferð góða orsøk til at fylgja við í undirhaldssendingini fríggjakvøld.