Eg havi tað fínt við at gera feilir og at flenna at mær sjálvum
Tíðindi
Eg havi tað fínt við at gera feilir og at flenna at mær sjálvum
Hann trívist best live og beint á, og hann leiddi okkum trygt og væl gjøgnum fyrstu koronubylgjuna. Hann flennir nógv og er ikki bangin fyri at gera feilir. Les her um dámliga og væl klædda sjónvarpsvertin, John Johannessen, sum kundi hugsað sær at dugað at spælt á ljóðføri og havt tol til rennitúrar.
Eftir: Eilen Anthoniussen / Mynd: Amy Hansen 08.04.2021

Í táttinum 'Menn, okkum dámar' hava vit hesaferð hitt tíðindavertin og -mannin John Johannessen.

Her er ein lítil brellbiti av samrøðuni, les alla áhugaverdu samrøðuna í nýggjasta blaðnum, sum fæst til keyps í sølubúðunum kring landið.

Hvat er tað týdningarmiklasta, ein kvinna hevur lært teg?

– Tað má vera mín fyrrverandi kona, Ragnhild, og hennara empatisku evni til at seta seg inn í støðuna hjá øðrum. Hon dugir at virðismeta øll og at síggja, hvussu øll eru áhugaverd, nakað verd og hava nakað at geva. Tað er nakað, ið eg eri takksamur at hava við mær frá henni. Í roynd og veru læri eg framvegis nógv av henni.

– Annars haldi eg, at menn saktans eisini kunnu læra hvønn annan nógv kensluliga. Tað krevur bara, at tú torir at vera opin fyri tí. Og júst her eru vit kanska nokk so afturlatin í okkara lítla samfelagi. Tó gongur tað tíbetur rætta vegin.

Hvat mótarák fert tú ongantíð at hoppa á aftur?

– Eg eri rættiliga klassiskur í mínum klædnastíli, men eg havi roynt tað mesta av tí, sum hevur verið á móta gjøgnum tíðina. Eg havi verið glaður fyri trompetbuksur, hvítar buksur, gular buksur, og eg havi havt hol í oyrunum o.s.fr. Eg eri yvirhøvur nokk so opin fyri tingum. Men tær appilsingulu buksurnar fari eg neyvan í í morgin.