– Eg slapp ikki av við hjálparleysu kensluna av, at eg mátti gera okkurt fyri at hjálpa
Tíðindi
– Eg slapp ikki av við hjálparleysu kensluna av, at eg mátti gera okkurt fyri at hjálpa
Fleiri enn 20 føroysk listafólk hava latið málningar til eina øðrvísi listaframsýning, sum verður í Finastøðini í Klaksvík sunnudagin. Hetta er ein listaframsýning, sum hevur til endamáls at varpa ljós á og savna pening inn til krígsrakta Ukraina.
Eftir: Anniku Kunoy Im / Grafikkur: Armgarð Absalonsen 08.03.2022

Sunnudagin letur Finastøðin í Klaksvík upp fyri listaframsýningini 'Stuðla Ukraina' við fleiri kendum og ókendum listafólkum, sum øll hava latið eitt verk til stuðulstiltakið.

– Tað er ræðuligt at uppliva, at tað er kríggj í Evropa. Eg kenni sjálv onkran úr Ukraina, sum býr í Føroyum, og knappliga kennist alt so tætt at okkum her heima, sigur Armgarð Absalonsen, listafólk, sum eisini hevur tikið stig til tiltakið.

– Eg fekk hugskotið herfyri, eg hevði eina arbeiðsuppgávu, sum snúði seg um at varpa ljós á støðuna í Ukraina. Eg slapp ikki av við hesa hjálparleysu kensluna av, at eg eisini mátti gera okkurt fyri at hjálpa forferdiligu støðuni har. Tí hvat um vit stóðu í somu støðu? Høvdu vit so ikki eisini vónað, at onnur hjálptu okkum? Og tá hugsaði eg, at eg kundi selja onkran av mínum egnu málningum, men eg valdi síðani at spyrja nøkur onnur listafólk eisini, um tey høvdu hug at vera við.

– Øll, sum eg havi sett meg í samband við, hava viljað stuðlað tiltakinum. Onnur hava sjálvboðin sett seg í samband við meg og spurt, um tey eisini kunnu hjálpa við praktiskum uppgávum. Eg eri tikin á bóli av, hvussu fegin øll vilja hjálpa. Tað er púra vilt. Tað hevur verið fantastiskt at upplivað, og tað vísir eisini, at føroyingar fegnir vilja veita hjálp og stuðul í eini støðu, har tað er torført at vita nágreiniliga, hvat ein fær gjørt, sigur hon.

Eg kenni sjálv onkran úr Ukraina, sum býr í Føroyum,  og knappliga kennist alt so tætt at okkum her heima

Framsýningin í Finastøðini letur upp sunnudagin 13. mars kl. 15.00. Tað er ókeypis at koma inn, og møguleiki verður at keypa list, kaffi og køkur. Allur peningurin fer óskerdur til Ukraina gjøgnum hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi.

Framsýningin er eisini opin mánadagin og týsdagin frá kl. 15.00 til 19.00.

Tey, ið sýna fram eru:
Edward Fuglø, Pól Skarðenni, Lydia Petersen, Anna Mohr, Vera á Gørðum Mørkøre, Unn Matras, Maria Waag, Maria Mørkøre, Hans Jacob Østerø, Hanus Lind Sørensen, Hansa M. Glerfoss, Sigrun Vágstún, Suffía Høj Petersen, Armgarð Absalonsen, Ellinor Mercedis Hansen, Olga Loburak, Elin Nora Reines, Eydna J. Steinberg, Jan Nystrøm, Elisabeth Djurhuus, Klara Johannesen, Livar Nysted, Mia H. Smith.

Stuðlar: Garpar, Norðoya Sparikassi, Klaksvíkar kommuna, Amarant, Baka fyri meg, Bakaríið hjá Vígdis, Kondittarí Marietta, Klivar, Norðvask og Suð.