Eg veit væl, at eg kundi spælt á hægri støði enn í Føroyum, men so hevði eg ikki havt hetta lívið
Tíðindi
Eg veit væl, at eg kundi spælt á hægri støði enn í Føroyum, men so hevði eg ikki havt hetta lívið
Menn okkum dámar: Filip Jojic er seinastu árini vorðið eitt kent navn innan føroyskan hondbólt. Hann hevur eitt fast pláss á føroyska landsliðnum, og til hondbóltsgalla í fjør varð hann heiðraður sum bæði ársins leikari og ársins álopsleikari. Hann er føddur og uppvaksin í Bosnia, men elskar einki meira enn at búgva í Vestmanna saman við sínari familju. Hann er treiskur og sannførdur um, at hart arbeiði lønar seg. Og so er Nutella hansara størsti veikleiki.
Eftir: Eilen Anthoniussen / Mynd: Amy Hansen 11.01.2022

Fríggjadagin verður fyrsti dysturin í HM undankappingini í hondbólti hjá monnum skotin í gongd, og Føroyar taka ímóti Luksemburg á heimavølli. 
Í fjør settu vit hondbóltsleikaranum Filip Jojic, sum nú aftur skal í eldin við landsliðnum, nakrar spurningar í táttinum 'Menn, okkum dámar'.

Hvat er tað týdningarmiklasta, sum mamma tín hevur lært teg?
Mamma er ein blíð kona, og hon hevur lært meg at vera góður við øll, sum eg hitti. Ikki at døma fólk, áðrenn eg læri tey at kenna. Og ikki minst hevur hon lært meg at vera góður við meg sjálvan.

Hvat fær teg at flenna?
Ein góð joke. Í skiftirúminum verður nógv stuttligt sagt. Har koma nógvar sarkastiskar jokes. Eg flenni nógv saman við mínum liðfeløgum og vinmonnum. Og saman við børnunum. Børnini eru tað besta.

Hvat mótarák fert tú ongantíð at hoppa á aftur?
Tá eg var eini 17-18 ár hevði eg oyralokk í mínum vinstra oyra við stórum diamanti. Tað fari eg neyvan at fáa mær aftur.

Hvat talent hevði tú ynskt at havt?
Eg hevði ynskt at dugað at programmerað. Tá eg varð liðugur við fólkaskúlan og skuldi víðari í high school, vildi eg sleppa á tøkniligu linjuna. Men eg var longu tá ítróttarmaður, eg hevði brúkt meira tíð uppá at venja heldur enn at passa skúlan nóg væl, og tí slapp eg ikki á ta linjuna. Tað havi eg onkuntíð iðrað meg um. Eg kundi hugsað mær at farið í holt við tað aftur. Og kanska at farið aftur í skúla.

Hvør er tín størsti veikleiki?
Eg havi ein øgiligan veikleika fyri søtum. Serliga sjokulátu og allarmest Nutella. Men tað hongur illa saman við at venja so nógv. Eg livi eftir strangum kostætlanum, tá hondbóltskappingin er í gongd, og tí má eg eisini ansa eftir, hvat eg eti, tá eg ikki venji. Tá má eg næstan telja kaloriur. Tá hondbóltskappingin er í gongd, venji eg 3-4 ferðir hondbólt og 3-4 ferðir styrkivenjing um vikuna. So tá venji eg hvønn tann einasta dag.

Hvør er tann longsta løtan í tínum lívi?
Tær flestu avgerandi løturnar í mínum lívi eru í sambandi við hondbólt. Eg minnist eina ferð, tá eg spældi finaludyst í einari ungdómskapping, og eg fekk bóltin á miðjuni, tá 10 sekund vóru eftir. Tað stóð á jøvnum, og vit skuldu bara ikki tapa, og eingin tíð var eftir. Eg kastaði bóltin fram móti málinum, málmaðurin møtti og kastaði hann sitandi yvir í hin endan, og hinir skoraðu og vunnu. Tað vóru 10 long sekund. Tað var eitt gott ár fyri meg, og eg endaði við at vera toppskjútti í kappingini, men eg kundi illa gleða meg aftan á handan brølaran.

Hvønn eginleika brýggjar tú teg ikki um hjá øðrum?
Mær dámar ikki, tá fólk eru hástór og følsk. At lúgva er bara eitt no go í mínari verð. Mær dámar lítið, tá fólk eru sjálvsøkin og bert hugsa um seg sjálvi.

Hvørjum ert tú mest errin av?
Tað er 100 prosent mínum børnum. ‘Kongar gera prinsessur,’ segði ein vinmaður við meg. Vit eiga tríggjar gentur, og eg hevði gjørt alt fyri tær. Tær eru glaðar, stuttligar, forvitnar, tær finna upp á alt møguligt og læra ótrúliga skjótt. Eg tosi serbiskt við tær, og tær læra skjótt og svara á serbiskum. Eg havi altíð ynskt mær nógv børn.

Nær visti tú, at tú vart dugnaligur til tað, tú gert?
Tað visti eg, tá eg sum 15 ára gamal flutti upp í besta liðið í mínum heimbýi. Tað var tá, eg fór at halda, at eg hevði eitt talent fyri hondbóltinum. Hondbólturin í Bosnia var á høgum støði tá. Støðið er lækkað seinnu árini. Tað er so tað øvugta, sum hendir her í Føroyum, kanst tú siga.

Hvat er tað týdningarmesta, tú hevur lært um teg sjálvan?
At eg eri øgiliga treiskur. Tá eg havi sett mær eitt mál, so nái eg tí. At læra meg føroyskt, til dømis. Eg vildi gjarna læra meg føroyskt og skilja, hvat børnini siga við mammu sína eisini. Tí fekk eg bæði Duritu og mínar starvsfelagar at rætta meg, tá eg segði okkurt skeivt. Eg byrjaði eina ferð upp á eitt skeið í føroyskum, men tað riggaði ikki rættiliga fyri meg. Har vóru fyri tað mesta eldri fólk, og tað var nógv teori, sum ikki gav rættiliga meining fyri meg. Eg haldi, at tað, sum riggar best, tá tú skalt læra teg eitt annað mál, er at vera saman teimum lokalu og lurta eftir, tá tey tosa. Sjálvandi eru tað onkrar bendingar, sum ikki eru upp á pláss, men tað man fara at koma.

Hvat er títt lívs vónbrót?
Eg kann ikki koma í tankar um nakað ítøkiliga stórt vónbrót. Men eg eri uppvaksin í einum landi við borgarakríggi og havi merkt avleiðingarnar av tí. Eg komi upprunaliga úr Dervar, sum liggur í serbiska partinum av Bosnia. Tá kríggið brast á í 1991, noyddust vit at flýggja til Serbia, tí Kroatia tók seg inn á økið, sum vit búðu í. Serbia vildi ikki taka ímóti flóttafólki, og tí skuldu vit upprunaliga til Kosovo. Mamma hevur fortalt, at tá vit komu til markið, kærdi hon sína neyð og greiddi vaktarmanninum frá, at vit høvdu familju í Serbia, sum vit kundu fara til. Vit vóru heppin, tí vaktarmaðurin var ein vinarligur maður og segði, at hann fór at hyggja hin vegin eina løtu. Soleiðis sluppu vit inn í Serbia og til okkara familju har.

Tá kríggið var av, fluttu vit aftur til Bosnia, men tað tók eina løtu, til vit funnu eina varandi íbúð. Vit noyddust at flyta nakrar ferðir, og eg minnist tað sum eina røð av vónbrotum fyri hvørja ferð, vit noyddust at flyta. Eg var 10-12 ára gamal, og hvørja ferð, eg hevði funnið nakrar vinir og var byrjaður í skúla, máttu vit aftur flyta. Tað var ein strævin tíð.

Hvørji ráð hevði tú givið tær sjálvum sum 20 ára gamal við øllum teimum royndum, sum tú hevur nú? 
At hart arbeiði lønar seg. At tað er gott at seta sær mál og at arbeiða fram ímóti teimum. Og at ansa eftir, hvørjum tú lurtar eftir. Eg hevði stórar hondbóltsdreymar, og eg endaði her. Eg havi vunnið nógv í VíF, og ikki minst havi eg vunnið nógv persónliga, so eg eri væl nøgdur. Eg veit tó væl, at eg kundi spælt á hægri støði enn í Føroyum, men so hevði eg ikki havt hetta lívið.

Um tú kundi gjørt okkurt umaftur, hvat hevði tað verið?
Eg havi ikki so nógv at angra. Eg havi eitt gott lív. Eg elski at búgva her í Vestmanna, eg havi nokk at gera, eg havi nógvar góðar vinir, eina deiliga konu og trý fantastisk børn. Hvat meir kann ein maður ynskja sær?

--
Navn: Filip Jojic
Aldur: 33
Starv: Hondbóltsleikari
Giftur við Duritu, og tey eiga døturnar Miu, Leu og Unu.