– Eg vil liva í nú'inum
Tíðindi
– Eg vil liva í nú'inum
Fríggjadagin í farnu viku fekk Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni og ph.d. lesandi, ársins miðlaheiðursløn frá Granskingarráðnum. Í nýggjastu Kvinnu kanst tú lesa grein við Marnar, og tú fært ein brellbita her.
Eftir: Eilen Anthoniussen / Mynd: Amy Hansen 27.09.2021

Maðurin, okkum dámar í nýggjastu Kvinnu, sum fæst í sølubúðunum nú, er Marnar Fríðheim Kristiansen. Marnar, sum er lækni og phd. lesandi, fekk seinasta fríggjadag miðlavirðisløn Granskingarráðsins í sambandi við Vísundavøkuna, sum hevur verið. 

Hjartaliga til lukk við heiðrinum, Marnar!

Her fáa tit ein brellbita úr greinini, sum annars kann lesast í fullum líki í nýggjasta blaðnum.

--
Hvat mótarák fert tú ongantíð at hoppa á aftur?

– Tá eg var tannáringur, var eg glaður fyri mítt síða krúlluta hár, sum eg fyri tað mesta hevði leyst. Hvønn november mánað fái eg mær yvirskegg fyri at varpa ljós á mannfólkasjúkur. Tað hevði konan ivaleyst verið glað fyri, at eg læt vera við. Men tað hevur ein týdningarmiklan boðskap, sum eg fegin vil stuðla.

– Men síða hárið kemur ikki aftur. Eg minnist ikki, um tað síða hárið var á móta, men eg minnist, at beiggi mín hevði langt hár, og eg havi altíð sæð nógv upp til hansara, so tað skuldi eg eisini hava.