Ein ferð inn í kjarnuna í tónleikinum
Tíðindi
Ein ferð inn í kjarnuna í tónleikinum
– Tá eg fari á pall í Føroyum, má eg onkursvegna tulka meg sjálva av nýggjum, og onkrar av sangunum má eg umleggja, so teir framvegis geva meining. Tað hevur verið ein spennandi ferð hjá mær at finna kjarnuna í songunum á hendan hátt, og onkursvegna haldi eg, at eg geri sangunum eina tænastu, nú eg havi latið teir úr, og teir standa einfaldir og naknir, sigur svenska Jenny Wilson, sum framførir í Norðurlandahúsinum 6. november
Eftir: Anniku Kunoy Im /Mynd: David Möller / Greinin er gjørd í samstarvi við Norðurlandahúsið 14.10.2021

Tá svenska songkvinnan, Jenny Wilson, fer á pallin í Norðurlandahúsinum 6. november við klaveri og elektriskum gittarara, kunnu áhoyrararnir vænta eina ærliga solo framførslu, ið røkkur inn í kjarnuna á navnframa svenska tónleikaranum og sangaranum. Ætlanin er at spæla sangir av øllum útgávunum, hon hevur útgivið gjøgnum árini og eisini nakrar av nýggjastu útgávuni, sum kom út 1. oktober.

– Á útgávum mínum havi eg altíð nógv ymisk ljóðføri og ljóð, og tá eg fari á pall í Føroyum, má eg onkursvegna tulka meg sjálva av nýggjum, og onkrar av sangunum má eg umleggja, so teir framvegis geva meining. Tað hevur verið ein spennandi ferð hjá mær at finna kjarnuna í sangunum á hendan hátt, og onkursvegna haldi eg, at eg geri sangunum eina tænastu, nú eg havi latið teir úr, og teir standa einfaldir og naknir, sigur hon í hinum endanum av horninum úr Svøríki.

Jenny Wilson hevur ongantíð spælt í Føroyum áður. Hon hevur heldur ikki vitjað í Føroyum fyrr. Og hon gleðir seg.

– Eg eri so spent upp á vitjanina. Eg komi til Føroyar saman við sjeikinum, og vit hava ein eyka dag saman í Føroyum eftir konsertina, og ætlanin er at uppliva okkurt spennandi, sigur hon.

Jenny Wilson kallar seinastu og sjeyndu útgávu sína ‘Mästerverket’ sjálvrannsakandi og nakna. Spurd, hvat hon meinar við, sigur hon, at hóast hon á øðrum útgávum eisini hevur verið ærlig og bersøgin, er hendan útgávan meir sjálvsreflekterandi.

–  Í bæði útgávunum 'Exorcism' og 'Trauma' avdúkaði eg ómetaliga nógv av mær sjálvari, og um at eg í 2016 varð valdstikin. Á hesi nýggju útgávuni skrivi eg úr einum øðrum sjónarmiði og reflekteri á eitt longri tíðarbil. Útgávan er eisini meir ærlig, tí eg ikki goymi meg handan ekstrema framleiðslu. Útgávan er úrlatin. Og hon er eisini nakin og nærri mær sjálvari, tí hon er á svenskum, sum er móðurmál mítt. Eg fái ikki goymt meg nakrastaðni, og á móðurmálinum fái eg úttrykt meg uttan filtur, sigur hon.

Jenny Wilson er ein slóðbrótari og ein av størstu popp-tónleikarunum í Svøríki og Norðurlondum, og nú fáa føroyingar heiðurin at hoyra hennara søgu, tá hon spælir konsert í Norðurlandahúsinum, og alt leggur upp til eina ógloymandi uppliving leygarkvøldið 6. november.