Eivør tilnevnd tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins 2021
Tíðindi
Eivør tilnevnd tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins 2021
Eivør Pálsdóttir er ein av teimum 13 tónleikarunum, sum er tilnevnd stórfingnu tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins. Vinnarin verður avdúkaður í november mánað í ár.
08.06.2021

13 tónleikarar úr Norðurlondum eru tilnevndir tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins 2021. Tvey umboð eru tilnevnd úr teimum stóru Norðurlondunum Danmark, Noregi, Svøríki, Finlandi og Íslandi, og Føroyar, Grønland og Áland hava hvør sín tónleikara, ið er tilnevndur.

Úr Føroyum er tað Eivør Pálsdóttir, sum er tilnevnd.

Í grundgevingini verður m.a. sagt soleiðis:

"Við djúpum rótum úr siðbundna tónleikinum úr heimlandinum hevur Eivør grundfest seg á altjóða pallinum sum ein leiðandi tónleikari við stórfingnum fjølbroytni í hennara rødd og brøgdum.

...

Við síni breiða tónalegu og sterku pallnærveru kann hon trøllarbinda eina og hvørj aáhoyrafjøld. Umframt stóra talentið sum framførandi tónleikari hevur Eivør eisini havt stóra viðgongd sum songskrivari og framleiðari. "

Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins verður latin 2. november 2021 saman við hinum virðislønunum hjá ráðnum. Umframt heiðurin fær vinnarin 300.000 danskar krónur.

Les meira um virðislønina og hini tilnevndu her.