Elisabeth F. Rasmussen er nýggja sendikvinna Føroya til Evropasamveldið
Tíðindi
Elisabeth F. Rasmussen er nýggja sendikvinna Føroya til Evropasamveldið
Elisabeth F. Rasmussen er tilnevnd sum sendikvinna Føroya til Evropasamveldið. Hon tekur við hálvan apríl, tá ið hon avloysir Elin Mortensen, ið hevur verið sendikvinna í Brússel síðani 2018.
Eftir: Kvinna 07.03.2023

Elisabeth F. Rasmussen er 36 ára gomul, útbúgvin løgfrøðingur frá Københavns Universitet. Hon hevur starvast í Uttanríkistænastuni síðani 2015. Seinastu 5 árini hevur hon havt ábyrgdina av ES- og handilsmálum, og hevur m.a. leitt samráðingar við ES og Bretland á handilsøkinum. Harumframt hevur hon starvsroyndir í øðrum pørtum av føroysku fyrisitingini, umframt donsku fyrisitingini.