Emma bløddi ígjøgnum meðan hon rann triatlon. Kritikkin tekur hon ikki til sín
Tíðindi
Emma bløddi ígjøgnum meðan hon rann triatlon. Kritikkin tekur hon ikki til sín
Tá myndafólkið hevði fangað myndina, gjørdi hon ikki matari enn at luta myndina á egnum Instagram vanga, har hon greiddi frá um avbjóðingarnar við at vera ein kvinna í kappingar ítrótti. 
Eftir: Anniku Kunoy Im 13.06.2023

Vit kenna tað sikkurt allar. Tað er ikki altíð líka heppi at hava menstruatiónin - ofta fáa vit hana, tá vit skulu okkurt ávíst, sum krevur okkurt av okkum.

Fyrst í mánaðinum fekk bretska rennistjørnan, Emma Pallant-Browne, menstruatiónin beint áðrenn, hon skuldi til eina grótharða triatlon kapping, og tá myndafólkið hevði fangað myndina, gjørdi hon ikki matari enn at luta myndina á egnum Instagram vanga, har hon greiddi frá um avbjóðingarnar við at vera ein kvinna í kappingar ítrótti.

Emma Pallant-Browne, hevur fingið atfinningar fyri at leggja eina mynd av sær sjálvari út á Instagram, har tað sæst, at hon hevur bløtt ígjøgnum á einum longum rennitúri, tá hon luttók í 'The Professional Triathletes Organisation’s European Open' í Ibiza.

Tað vóru ikki bert positivar viðmerkingar til tað uppslagið. Fleiri kritiseraðu Emmu við ljótum viðmerkingum. Ein av viðmerkingunum kom frá einum manligum triatleti, sum helt, at myndin átti at verið skorin eitt sindur betri, so Emma tók seg betur út. Ta viðmerkingina svaraði Emma, sum hevur runnið heili 18 hálv Ironman umframt vunnið silvur til HM, aftur uppá.

– Takk fyri stúranina, men hetta er heilt víst nakað, eg ikki verði illa við av at tosa um, tí tað er veruleiki fyri kvinnur í ítrótti, skrivaði hon í aftursvarinum og legði aftrat, at handan kappingin tíverri lá ein dag, hon bløddi allarmest, men at tað fekk hon einki gjørt við.

– Tað eru eingi produktir, sum kunnu halda til eina renning, sum varir meiri enn tríggjar tímar, so eg mátti, eins og øll onnur, sum fáa trupulleikar meðan tey renna, taka meg saman og halda á við at geva tí mítt allarbesta.



Les alt Instagram uppslagið her