Endiliga er hon her! Nýggja summarKvinna
Tíðindi
Endiliga er hon her! Nýggja summarKvinna
Tú kanst gleða teg til hópin av góðum lesitilfari og íblástri bæði til summarmótan, ólavsøkuna, summarborðið og heimið
Eftir: 03.07.2026

Vit hava verið í Klaksvík og tikið myndir til eina mótarøð inspirerað av føroysku festivalunum, vit vitja eitt kveikjandi heim í Vági, har Miriam Norðberg og maður hennara hava skapt eitt spennandi heim mitt í bygdini, har rúmligt er, og nærlagni gongur sum ein reyður tráður ígjøgnum alt húsið.

Í nýggju SummarKvinnu varpa vit eisini ljós á nakað av tí vakrasta og mest serstaka, vit eiga: nevniliga føroysku klæðini. Tú fært heili 20 síður við íblástri til tíni føroysku klæðir - smálutir, litir, samansetingar og allar tær vøkru loysnirnar, sum gera klæðini bæði persónlig og hátíðarlig.

Í eini hjartanemandi grein fortelur Susi á Borg um tíðina undan sjúkugreiningini, og um løtuna, tá hon fekk staðfest eitt aggressivt slag av krabbameini. Hon greiðir frá hørðu tíðini við bæði kemo og strálum, um at fáa góð boð og um óvissuna, sum framvegis er ein partur av lívinum. Júst tí heldur hon rimmarfast í vónini.

Vit fara eisini á ferð í Vágum, Suðuroy og Borðoy við trimum kvinnum, sum kenna júst tær oyggjarnar betri enn tey flestu, tú fært góð ráð til ein ógloymandi túr til hesi støðini - og til tær goymdu perlurnar. Og vit fara eisini ein øðrvísi túr til Keypmannahavnar, har vit vitja støð, sum ferðafólk ikki altíð kenna til.

Vit hava eisini dekkað upp uttanfyri og savnað íblástur til tær góðu summarløturnar. Í blaðnum fært tú 12 síður við leskiligum uppskriftum, sum smakka av summari og hóska til ljósar dagar og hugnaligar løtur saman við góðum fólki.

 

 

 




Viðkomandi greinar