Er hetta føroyska #MeToo bylgjan?
Tíðindi
Er hetta føroyska #MeToo bylgjan?
Tá MeToo bylgjan stóð hægst, var kvirra í føroyska samfelagnum. Spurt varð, um tað var, tí føroyskar kvinnur ikki hava havt somu upplivingar, sum kvinnur aðra staðni, ella um tað er torførari at seta hol á eitt slíkt evni í føroyskum samanhangi. Nú fimm ár eftir, at MeToo rørslan av álvara gjørdi um seg altjóða og tvey ár eftir, at hon tók dik á seg í Danmark, hava tvær føroyskar tingkvinnur endiliga settt orð á trupulleikan heima í Føroyum.
Eftir: Anniku Kunoy Im / Mynd: Veitari 10.03.2022

Hervør Pálsdóttir og Ingilín Strøm hava kært sexistiskan atburð í løgtinginum til formanskapin. Tað kom fram á tiltakinum, sum varð hildið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði á Kvinnudegnum 8. mars. Á sama tiltaki tók forkvinnan í Framsókn, Ruth Vang, undir við Ingilín Strøm og Hervør Pálsdóttir og segði, at hon eisini hevði upplivað sexismu í løgtinginum, og at tað var verri enn nakað, hon hevur upplivað aðra staðni.

Her er talan um tvær kvinnur í valdsstøðu, sum taka eina støðu og siga, at nokk er nokk. Tað er djarvt og ógvuliga súmbolskt

Í 2017 var tvíkrossurin við orðunum MeToo í hæddini á sosialu miðlunum kring knøttin, og hóast eitt sindur varð gjørt við evnið í føroysku miðlunum tá, tók tað ikki dik á seg á sama hátt, sum tað gjørdi aðra staðni.

Og í 2020 tók ein onnur bylgja dik á seg í Danmark, tá Sofie Linde á pallinum til Zulu Comedy Galla ‘oyðilegði góða stemningin’ tá hon tók evnið upp aftur og greiddi frá um sexismu, hon hevði upplivað á ymsan hátt gjøgnum yrkisleiðina í Danmark.

Føroyskar kvinnur tosaðu ikki hart um slíkar upplivingar tá, hóast fleiri føroyskir miðlar løgdu upp til eitt slíkt kjak í greinum og sendingum. Spurnartekin varð sett við, um tað var, tí føroyskar kvinnur ikki hava somu upplivingar, ella um tað er torførari at seta hol á eitt slíkt evni í føroyskum samanhangi.

Føroyskar tingkvinnur siga frá
Men við orðunum hjá Ingilín og kæruni, ið hon og Hervør síðani sendu formanskapinum, er føroyska tøgnin brotin.

– Síðani vit komu inn á ting, hava vit tosað um, at tað er ein gerandis sexistisk mentan í løgtinginum, sigur Hervør Pálsdóttir við Kvinnu.

Tað er eisini heildin og sexistiska mentanin, sum vit vilja gera upp við

– Tað er sjálvandi ringt at meta um, hvørt MeToo rørslan nú eisini er komin til Føroya. Men eg vóni, at vit nú við at gera vart við okkum, vísa á, at tað er í lagi at siga frá, um tú upplivir sexismu á arbeiðsplássinum. Løgtingið setur rammur og lógir og innrættar samfelagið, soleiðis sum meirilutin ynskir tað. Tí kann tað hava serliga stóran týdning - og nógva ávirkan, tá ið vit í løgtinginum siga frá yvir fyri slíkum, sigur Ingilín Strøm við Kvinnu.

Til tiltakið í Fuglafirði segði Ingilín Strøm, at hon hevði fleiri dømir um sexismu í løgtinginum, men tað nýggjasta var, eftir at hon hevði latið inn uppskot um betri sexualundirvísing í fólkaskúlanum. Tá varð hon, í kantinuni í løgtinginum, spurd av einum øðrum løgtingslimi, um hon sjálv eisini gav persónliga sexualundirvísing. Tað vildi hon ikki góðtaka.

– Eftir hesa konkretu hendingina valdu vit, at okkurt skuldi gerast. Tað hava verið fleiri einstakar hendingar, men tað er eisini heildin og sexistiska mentanin, sum vit vilja gera upp við. Við kæruni vóna vit, at mentanin millum tingfólk í løgtinginum verður broytt, sigur Hervør Pálsdóttir eisini.

Kæran hevur týdning
Tað er umráðandi, at tað júst er í løgtinginum, at vit síggja eina slíka kæru. Tingið eigur at vera eitt fyridømi fyri aðrar stovnar og nevndir, og tí er ein slík kæra eisini súmbolsk, greiðir Erika Hayfield, lektari í samfelagsvísindum, frá.

– Hendan kæran hevur serliga týdning fyri yngra ættarliðið av føroyskum kvinnum, sum eru tilvitaðar og ikki vilja finna seg í sexistum viðmerkingum.

Hesin kampurin, sum løgtingskvinnurnar nú hava tikið upp, er ein kampur, sum er vorðin meira møguligur orsakað av MeToo bylgjunum, sum vit hava upplivað seinastu árini. Hesar bylgjurnar hava lagt upp til orðaskifti í Føroyum, hóast føroyskar kvinnur ikki hava luttikið í rørsluni á sama hátt. Torført er at siga, um útsagnirnar og kæran frá Ingilín Strøm og Hervør Pálsdóttir fer at skapa ringvirkningar í føroyska samfelagnum, men hon fer væntandi at hava broytingar við sær í tinginum, og tað kann hava ringvirkningar, heldur hon.

Hendan kæran hevur serliga týdning fyri yngra ættarliðið av føroyskum kvinnum, sum eru tilvitaðar og ikki vilja finna seg í sexistum viðmerkingum

– Tær seta jú mørk fyri, hvat menn kunnu loyva sær siga og gera við kvinnur.

Spurd, hví vit í Føroyum ikki hava upplivað MeToo á sama hátt sum aðra staðni, sigur Erika Hayfield, at tað hevur nakað at gera við, hvussu føroyska samfelagið er samansett.

– Í Føroyum hava vit siðbundnar fatanir av kvinnum og monnum, og vit hava funnið okkum í eini grundleggjandi valdsójavnvág. Vit hava eisini ógvuliga tættar relatiónir. Tað ger tað torført at traðka fram, tí tað, sum tú gert og sigur, fylgir tær og tínum langt fram í tíðina. Føroyingar kenna hesa mentanina, og vit duga at navigera í henni, og tí halda vit ofta aftur við útsagnum. Men tað merkir ikki, at vit ikki hava eina MeToo bylgju í Føroyum, men hon hevur ikki verið eins víðkað, sum aðra staðni. Ístaðin hevur hon lagt upp til orðaskifti og viðgerð, sigur Erika Hayfield.

– Her er talan um tvær kvinnur í valdsstøðu, sum taka eina støðu og siga, at nokk er nokk. Tað er djarvt og ógvuliga súmbolskt.




Viðkomandi greinar