Uppskotið til nýggja løgtingslóg um fosturtøku leggur upp til, at kvinnur í Føroyum fáa møguleika til fría fosturtøku upp til 12. viku av viðgongutíðini. Talan er um sama uppskot, sum løgtingið feldi í mai í fjør.
Sum støðan er í dag, er ikki frí fosturtøka í Føroyum. Føroyska skipanin byggir framvegis á eina danska fosturtøkulóg frá 1956, sum sambært fleiri læknum, ikki altíð verður fylgd í praksis.
Teir tríggir samgongulimir, Hervør Pálsdóttir, Ingilín Didriksen Strøm og Karlot Hergeirsson, leggja saman við Eyðdis Hartmann Niclasen úr Sambandsflokkinum málið fram.
Talan er um eitt sera samansett mál, ið umfatar bæði etiskar, løgfrøðiligar og sosialar spurningar. Spyr.fo gjørdi í september í ár eina kanning, ið var kunngjørd á in.fo, har 799 fólk vórðu spurd:
“Tekur tú undir við, at fosturtøka skal vera upp til einstøku kvinnuna at gera av til 12. viku av viðgongutíðini?”
57 prosent svaraðu ja, 34 prosent svaraði nei, meðan 9 prosent vóru ivasom.
Tilber at fylgja við á Tingvarpinum