Eyðvør Tausen Olsen er nýggjur leiðari í Kvinnuhúsinum
Tíðindi

Eyðvør Tausen Olsen er nýggjur leiðari í Kvinnuhúsinum

Stórur áhugi var fyri at stand á odda fyri Kvinnuhúsinum – 10 vælskikkaðir umsøkjarar vóru. Og nú er rnýggjur leiðari til ráðgevingina og kreppumiðstøðina í Kvinnuhúsinum settur. Tað er  Eyðvør Tausen Olsen.
Eftir: 03.08.2022

Eyðvør Tausen Olsen er 53 ára gomul, útbúgvin námsfrøðingur, sjúkrarøktarfrøðingur og hevur tikið M.Sc. í heilsuvísindi, við harðskapi móti kvinnum og í parløgum sum fokusøki. Eyðvør kemur úr einum starvi í psykriatriini. Hon hevur drúgvar royndir frá arbeiðinum í Kvinnuhúsinum, bæði sum sjálvboðin vakt, í ráðgevingini og á kreppumiðstøðini. Eyðvør byrjar í starvinum 1.septembur.

Nógv sløg av harðskapi eru til

Ein persónur er útsettur fyri harðskapi, tá persónurin skal tillaga seg eftir krøvum og vónum hjá einum øðrum, á ein sovorðnan hátt, at persónurin fer út um síni egnu mørk.

Persónurin nýtist ikki at hava tekin á kroppinum, sum prógv fyri harðskapi. Harðskapur er ofta duldur, kemur snýkjandi, so tað er trupult og kann taka langa tíð at varnast, at talan er um harðskap.

Harðskapur kann vera kropsligur og sjónligur, men harðskapur kann eisini vera sálarligur, kynsligur, tráfylgjan/stalking, matriellur, fíggjarligur ella talgildugur.

Um Kvinnuhúsið

Kvinnuhúsið er í eini broytingartilgongd og fer seinni í ár ella fyrst í 2023, at veita ráðgeving og vegleiðing, ikki bert til kvinnur, men eisini til menn. Í Kvinnuhúsinum kunnu øll,sum hava verið fyri harðskapi í nærsambondum, fáa møguleika at koma til viðtalu og fáa ráðgeving í hjálp til sjálvhjálp. Harafturat er møguleiki at fáa viðtalu hjá sálarfrøðingi, ið er knýttur at húsinum.

Umframt leiðaran starvast 3 starvsfólk og eisini eru 35 sjálvbodnar vaktir knýttar at Kreppumiðstøðin, har kvinnur saman við børnum kunnu gista í avmarkaða tíð.




Viðkomandi greinar