Leygardagin 16. mai er Kvinnurenning í Havn. Fleiri vegir eru stongdir frá klokkan 14.30 til 16.30 í sambandi við renningina. Broytingar eru eisini á leið 2 og 3, meðan renningin er.
Broytingarnar hjá Bussleiðini eru hesar:
Leið 2 koyrir ikki Yviri við Strond, men eftir Gripsvegnum, Hoyvíksvegnum, Stoffalág og síðan víðari eftir ferðaætlanini
Leið 3 koyrir ikki eftir Hoyvíksvegnum, Eystara Rin gvegi og Hvítanesvegnum, men eftir R. C. Effersøes gøtu, Tjaldursvegnum, Hoyvíksvegnum, Staravegnum og Eystara Ringvegi oman til Hvítanesvegin og víðari eftir ferðaætlanini
Hesir vegir eru stongdir frá klokkan 14.30 til klokkan 16.30 í sambandi við renningina:
Eystari Ringvegur frá Hvítanesvegnum
Yviri við Strond
Havnargøta
Áarvegur
Mylnugøta
Vaglið
Niels Finsens gøta frá Sverrisgøtu oman á Vaglið
Bringsnagøta frá Húsabrúgv oman til Áarvegin
