Filmur: Her er tann nýggja Diana prinsessa
Tíðindi

Filmur: Her er tann nýggja Diana prinsessa

Áhugin fyri Dianu prinsessu bara veksur. Seinni í ár kemur ein spælifilmur um Dianu prinsessu, um at fara frá Charles prinsi.
Eftir: Eilen Anthoniussen / Mynd: pr 28.01.2021

Netflixrøðin um bretska kongshúsið, The Crown, bergtók okkum av nýggjum í heyst, tá fjórða sesongin varð útgivin. Og tað er ein serlig orsøk til hetta: Diana prinsessa. Í fjórðu sesong var tað hennara stílur, kjólar, hennara persónur og ikki minst handfaringin hjá kongshúsinum av giftarmálinum og seinni hjúnaskilnaðinum millum Dianu prinsessu og Charles prins.

Vit hyggjarar fáa ikki nokk av Dianu. Hennara stutta lív og dramatiski deyði hugtók og skelkaði heimin, og nú 23 ár seinni eru filmsskaparar til reiðar at tulka hennara lív. Umframt The Crown kemur seinni í ár nevniliga ein filmur um hana. Kilenski filmsskaparin Pablo Larrain hevur valt at seta fokus á ein serligan kongaligan túr til Norfolk, tá Diana prinsessa tekur avgerðina um at fara frá Charles prinsi.

Dagfestingin fyri frumframførsluna er ikki kunngjørd enn, men verður væntandi í heyst. Filmsliðið hevur júst sent fyrstu myndina av Kristen Stewart, ið skal spæla leiklutin sum Diana prinsessa. Kristen Stewart er kend úr fleiri filmum og røðum, og fleiri okkara kenna hana uttan iva sum Bella Swan í Twilight-røðini.