Føroya størsti spurvur á Listasavni Føroya
Tíðindi
Føroya størsti spurvur á Listasavni Føroya
Í døgunum 21.- 25. septembur kanst tú síggja Føroya størsta spurv á Listasavni Føroya.
Eftir: Kvinna 21.09.2022

Serstaki spurvurin, sum verður sýndur fram á Listasavni Føroya í døgunum 21.-25. septembur, er eitt verk eftir Sigruna Gunnarsdóttir. Spurvurin er gjørdur sum ein partur av heimildarfilmi, sum í løtuni verður gjørdur um listakvinnuna av Eiði.

Hevur tú hug at síggja Føroya størsta spurv, so er Listasavnið opið allar dagar í vikuni frá kl. 11-17.

Les eisini: Sigrun Gunnarsdóttir: Lívið sæst aftur í málningunum




Viðkomandi greinar