- Føroyar eru ikki fyri øll
Tíðindi

- Føroyar eru ikki fyri øll

Eitt ynski um at gera smá verk við stórum søgum førdi til eitt kanningararbeiði um tilflyting og seks frímerki. Leygardagin verður fernisering við 80 verkum hjá Joel Cole. Framsýningin ber heitið Gróðursettur.
Eftir: Eilen Anthoniussen / Myndir: Joel Cole 18.02.2021

- Eg havi gjøgnum árini arbeitt nógv við at gera stórar standmyndir, og seinastu tíðina havi eg havt eitt ynski um at gera smá verk, sum tó tykjast stór.

Tí fór hann á fund við Posta um at gera eitt frímerki. Og hann visti eisini væl, hvørjum hann vildi arbeiða við.

- Eg vildi gera eitt frímerki um tilflyting og integratión.

Eitt evni, sum hevur fylt nógv hjá honum seinastu árini. Hann kom sjálvur til Føroya á fyrsta sinni sum skiftisnæmingur sum 18 ára gamal í 1986. Síðani hevur hann vitjað aftur á hvørjum ári, og síðani 2011 hevur hann búð í landinum, her hann er giftur og eigur trý børn.

- Men tað er ein stór broyting frá at vitja í Føroyum til jólar og á ólavsøku og til at búgva her árið runt. Eg haldi, at tað verður romantiserað, tá ein ikki er her, og eg haldi heldur ikki, at Føroyar er fyri øll.

Hann sipar til veðrið og ljósið, sum nóg illa hvørvur ein part av árinum, og sum er so stutt um veturin.

- Eina av mínum standmyndum havi eg valt at kalla “Climate Shock”. Tú mást vera tolin og treiskur, um tú vilt gerast ein partur av samfelagnum. Eitt er at flyta her til. Eitt annað er at gerast ein partur av gerandisdegnum hjá føroyingum.

Joel Cole kennir sjálvur til hjartaliga gestablídni, vit eru so errin av, men hann kennir eisini til ikki rættiliga at sleppa innum.

- Tað er líka sum ein heitur lummi, har tað er fantastiskt at vera, tá tú hevur fingið eitt pláss í lummanum. Men líka trist er tað fyri tey, sum ikki fáa eitt pláss í hesum lummanum.

Søgurnar, sum liggja til grund fyri verkini í framsýningini, eru kortini ikki bert hansara. Í sambandi við arbeiðið fór Joel í holt við at tosa við tilflytarar, sum komu úr ymsum heraðshornum.

- Eg fann fram til bæði góð og minni góð ting, og spakuliga komu nøkur temu fram, sum eg kundi arbeiða við. Hetta nýggja umhvørvi, sum er títt nýggja heim, sum er so spennandi, men sum eisini ger teg sárbaran og fær teg at ivast.

Sjálvur metir hann, at hann hevur havt tveir vinklar uppá arbeiði, ein sum útlendingur og ein sum føroyingur.

- Eg sjálvur stórtrívist í Føroyum, eg havi eina deiliga familju, nógvar vinir og eitt starv, sum eg elski. Eg havi eitt álit á, at eg havi ein ávísan stuðul her í Føroyum. Sum eg merkti, nú eg var fyri eini arbeiðsvanlukku og misti petti av tveimum fingrum. Eg varð rørdur av, hvussu nógv fólk ringdu til mín og vístu umsorgan fyri mær.

Tá vanlukkan hendi, var hann í holt við at leggja seinastu hond á verkini, sum vera við á framsýningini. Hann fekk skjóta og góða hjálp, og er nú til reiðar at sýna øll 80 verkini fram. Og tað eina frímerkið endaði við at gerast til seks ymisk frímerki. Framsýningin ber heitið Gróðursettur, og kann síggjast í Mullers Pakkhúsi fram til 5. mars.




Viðkomandi greinar