Forkunnug listaframsýning hjá Rannva Kunoy
Tíðindi
Forkunnug listaframsýning hjá Rannva Kunoy
Leygardagin 21. juni frá kl. 15 til kl. 18, fer ein serstøk listaframsýning fram á Atlantic Airways Aviation Academy
Eftir: Kvinna 20.06.2025

Føroyska listakvinnan Rannva Kunoy, sum býr í London, hevur í nógv ár ment ein serstakan teknikk, har hon nýtir ljósreflekterandi pigment á lørifti. Hennara málningar eru eitt dynamiskt samspæl millum sjón, ljós og varan.

Kunoy hevur sýnt fram í USA, Spania, Korea og Onglandi. Nú eru liðin 15 ár síðani hennara síðsta einstaklingaframsýning í Føroyum. Til høvi hevur hon sett í verk eitt serstakt samstarv við Atlantic Airways Aviation Academy við flogvøllin. Hennara verk verða sýnd fram í simulatorhøllini og umskapa rúmið til eina innlivandi uppliving, har list, tøkni og maskina møtast.

Framsýningin verður hildin leygardagin 21. juni frá kl. 15 til 18. 

Ókeypis atgongd – øll eru vælkomin.

 




Viðkomandi greinar