Hóskvøldið 30. november kl. 20 verður stórt og forvitnisligt útgávutiltak í Silo á Vestara Bryggju 15 í Havn í samband við, at Kvinna hevur givið út bókina "Føroysk klæðir - ríki og livandi siðarvurin"
Skráin
- Vælkomin og framløga av bókini
- Jólatónleikur við Mariu av Heygum og okkurt jólaligt søtt afturvið kaffinum
- Mótasýning við føroyskum klæðum
- Sofaprát við Hildur Arge
- Sofaprát við Tróndi Dalsgarð
Eisini ber til at ogna sær bókina og flottar plakatir við motivum úr bókini fyri serprís hetta kvøldið
Um bókina
"Føroysk klæðir - ríki og livandi siðarvurin" er ein serstøk myndaborin bók, ið á sínum 288 síðum bæði er forvitnislig í innihaldi og útsjónd - men sum eisini er so vøkur, at hon í sjálvum sær er ein prýðislutur í innrættingini.
Hugskotið til bókina birtist í vár, tá redaktiónin á Kvinnu og myndamaðurin, Tróndur Dalsgarð, arbeiddu við myndatøku av føroyskum klæðum til SummarKvinnu. Úrslitið var so mikið gevandi og forvitnisligt, at vit valdu at víðka tað og arbeiða við eini enn størri útgávu, sum veruliga fekk lýst tað fjølbroytni, vit finna í føroysku klæðunum.
Føroysku klæðini eru livandi. Tað síggja vit greitt í eygleiðingini og tíðarandanum, men í bókini hava vit eisini eitt spennandi og sigandi søguligt afturlit og søguligar myndir, sum eisini staðfesta, at tað hava hesi klæðini, sum vit øll elska, altíð verið.